Hóast ein meiningakanning fyri og onnur eftir vísir, at teir donsku veljararnir hava mist álitið á stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, so eru tað ikki øll, sum hava eina so neiliga uppfatan av tí, sum stjórnin ger. Ein kanning, sum Ritzau-tíðindastovan hevur gjørt, vísir, at teir fremstu búskaparfrøðingarnir í landinum geva stjórnini toppkarakter, tá tað snýr seg um at vísa búskaparliga ábyrgd.
Ritzau hevur spurt 39 av teimum fremstu búskaparfrøðingunum í Danmark og biðið teir geva búskaparpolitikkinum karakter eftir 10-stiganum. 80 prosent av teimum geva stjórnini 7 ella meiri fyri ábyrgd í búskaparpolitikkinum.
Ein av teimum 39 er Steen Bocian, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Danske Bank. Hann gevur stjórnini 8 fyri búskaparpolitikkin.
-Stjórnin hevur rímiliga gott tak á tí almenna fíggjarpolitikkinum, eins og hon leggur seg eftir nýskipanum, sum kunnu økja arbeiðsmegina. Tað er búskaparpolitisk ábyrgd, sigur Steen Bocian, sum eisini fegnast um, at stjórnin brúkar ikki pengar, fyrr enn teir eru funnir.
Ein annar kendur búskaparfrøðingur, Jacob Graven hjá Sydbank, gevur eisini stjórnini 8 fyri búskaparligan ábyrgdarpolitikk. Hann vísir á, at altjóða fíggjarmarknaðurin hevur stórt álit á Danmark, sum verður mett sum ein trygg havn í tí skuldartyngda Evropa.
-Sum er rinda íleggjarar pengar fyri at læna Danmark pengar, og tað er eftir mínari meting eitt tekin um, at marknaðurin hevur álit á búskaparpolitikkinum hjá stjórnini, sigur Jacob Graven.
Ritzau skrivar, at triði hvør búsksparfrøðingur gevur stjórnini 8, og at sætti hvør gevur henni 9 fyri búsksparpolitikkin.