Búskaparfrøðingar ráðgeva í hvør sína ætt

Seinastu dagarnar hava tveir av fremstu búskaparfrøðingum landsins, stjórin í Landsbankanum og stjórin á Hagstovuni, verið frammi við teirra metingum av framtíðini. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hesir tosa hvør sítt mál - ein í eyst og hin í vest. Eingin sigur, at teir skulu vera heilt samdir, men tað skal valdast, hvussu langt frá hvørjum øðrum, teir kunnu liggja. Stakkals vit, sum skulu brúka teirra ráðgeving til nakað skilagott.

Skulu vit gera myndina uppaftur fløktari, so kunnu vit eisini taka aðrar búskaparfrøðingar við, sum hava úttalað seg. Ein, sum situr í Løgtinginum og ofta er at hoyra í fjølmiðlunum um búskap, hevur brúkt alla sína orku uppá at mála eina ávísan upp á veggin, og at vit fara við fullari ferð út av eggjuni. Onkur annar, sum eisini hevur sitið í fremsta ráðgevingarsessinum hjá landsstýrinum, bað okkum hava ís í búkinum og heldur tøma landskassan enn at standa á bremsuni, tí tað vildi bara gera kreppuna enn verri.

Men aftur til Landsbankan og Hagstovuna. Lat meg taka nøkur dømi fram um tað, sum sagt er seinasta mánaðan ella gott tað:

3. mars sigur Sigurð Poulsen (SP), at Landsbankin metur ein búskaprvøkstur fram til 2015 uppá 4% árliga í leypandi prísum ella 2% í føstum prísum. Dagin eftir sigur Hermann Oskarsson (HO), at miðal vøksturin seinastu 10 árini hevur verið 4,5%. Víðari sigur hann, at tað er ongin grund til at halda, at vøksturin verður minni fram til 2015, men í 2010 verður eingin vøkstur.

8. mars kemur Búskaparráðið við síni frágreiðing, og tá henda byggir á Landsbankans metingar, so eru teirra metingar tær somu sum hjá SP.

Ein mánaða seinni 8. apríl sigur Landsbankin á heimasíðu síni, at 25 ára miðalvøksturin hesi seinast 10 árini hevur verið millum 1 og 2 % um árið, men 25 ára miðaltalið fyri vøkstur er minkandi hesi seinastu árini.

Men sum um hetta ikki var nóg mikið, so fer SP nú út sum ein dómadagsprofetur og sigur m.a.:
Skuldin veksur alt ov skjótt
Uppskotið hjá landsstýrinum er ov lítið ambitiøst
Vit klára eina skuld uppá 45 % av BTÚ, men váðin gerst alt ov stórur
Milt sagt ikki klókt at bera seg soleiðis at
Fyri hann ikki avgerandi, um talan verður um sparing ella meir inntøkur
Veljarin má gera vart við seg og tvinga politikararnar
Ringt, at vit byrgja okkum inn í eina fellu, sum vit ikki klára at arbeiða okkum úr aftur

Men so kemur HO um júst somu tíð bara eina tíðindasending seinni og slær fast:

Hetta er git, sum við heilt stórari vissu er skeiv
Onkur situr við einum rokniarki og gitur út frá fortreytum, hann sjálvur setur
Havi lítla respekt fyri tílíkum
Git sum er verri enn einki
Í Fraklandi er 15 stór búskaparmodel sum 2000 fólk umsita
Sikkurt skeivt
Ópassandi samstarv millum bureaukratar og politikkarar
Forsiktigheitssenarium sum nakrir skuldarfelluhysterikarar hava stilla upp

Men fyri líka sum at seta prikkin yvir i´ið, so kemur HO út aftur sama dag í einari seinni tíðindasending og slær fast:
Stórt uppsving krógvar seg beint fyri framman
Treytin er, at vit uppføra okkum fornuftigt
Ordiligur brestur av einum upptúri
Toskaprísurin í dag 4 ferð minni, enn hann eigur at vera
Ikki naivt optimistiskur. Hetta er innan fyri mítt fak

Skuldarfelluhysterikari ella óambitøsur

Í síni ætlan fyri árini fram til 2015 hevur landsstýrið sett upp tey tiltøk, landsstýrið ætlar at fremja. Hetta eru ikki git.

Í síni ætlan hevur landsstýrið eisini gjørt útreiðsluframskrivingar fram til 2015. Hetta eru útreiðslur, vit vita koma. Sum dømi kunnu nevnast: ellis-og røktarheim, ið eru í gerð, øking í læraraeftirlønum, øking í fólkapensión orsakað av at talið av pensionistum økist og størri tilgongdum í okkara skúlaverki. Her er talan heldur ikki um git.

Grundað á upplýsingum frá búskaparfrøðini hevur landsstýrið gjørt eina realistiska, kanska eitt lítið sindur varisliga meting av búskaparvøkstrinum fram til 2015. Metingin er, í hvussu so er, klárt omanfyri miðalvøksturin seinatu 25 árini.

Landsstýrið hevur í uppskotinum sett sær fyri at gera tiltøk í 2011, ið eru munandi størri enn tað Búskaparráðið og Landsbankin mæla til, sjálvt um SP nú sigur, at tey eru ov lítið ambitiøs.

PS: Ikki er tað lætt at siga, um vit eru skuldarfelluhysterikarar, sum Hermann Oskarsson vil gera okkum til, ella um vit eru ov lítið ambitiøs, sum Sigurð Poulsen vil gera okkum til. Eri faktisk sera glaður fyri, at inni í Fíggjarmálaráðnum eru fakfólk, sum ikki fara í flog ella grava seg niður. Fólk við beinunum á jørðini.