Búsetur skal umvæla Stranda skúla

Sjóvar kommuna hevur undirskrivað sáttmála við Búsetur at umvæla norðursíðuna av Stranda skúla, umframt tað sum eftir er av eystursíðuni av skúlanum.

Mikudagin 15. apríl skrivaðu Artur Johansen, borgarstjóri, vegna Sjóvar kommunu, og Sjúrður Holm, stjóri á Búsetri, undir sáttmálan.

Búsetur fer í gongd við umvælingararbeiðið um mánaðarskifti mai/juni, skrivar Stranda kommuna á heimasíðuni.

Arbeiðið fevnir um bjálving og klæðing av framsíðum, umframt at vindeygu og hurðar verða skift.