Búsetur fekk 15.000 krónur í bót

Føroya rættur dømdi í dag Búsetur at rinda eina bót á 15.000 krónur fyri vantandi trygd á arbeiðsplássinum, í samband við arbeiðsóhappi úti á Nomatek í mars 2014.

 

Arbeiðseftirlitið metti, at Búsetur ikki hevði uppfylgt skyldur sínar sum arbeiðsgevari og skipa trygdina á arbeiðsplássinum nóg væl, tá arbeiðsmenn hjá Búsetri umvældu takið á bygninginum hjá Nomatek í Smiðjugerði. Búsetur fekk 20.000 krónur í bót, men valdi ikki at taka við bótini og tí endaði málið í rættinum.

 

Í dag fall so dómur og Búsetur hevur gjørt seg sekt í ikki at hava brotið lógina um arbeiðsumhvørvi og kunngerðina um skipan av arbeiðsplássinum.

 

Dómarin segði í grundgeving síni fyri dómin, at vitnisfrágreiðingarnar vístu, at bæði stjórin og arbeiðsformaðurin vistu, at tað kom fyri, at menn ikki vóru í trygdarlínu, tá teir vóru uppi á takinum. Tí átti Búsetur at syrgt fyri, at annað trygdarátak var afturat trygdarlínuni, so sum ein arbeiðspallur ella eitt net inni í bygninginum.

 

Dómarin metti tó, at Búsetur hevði sýnt góðan vilja at tryggja arbeiðsplássið, so sum við nevndu trygdarlínu. Hon hevði verið nokk, um hon var nýtt. Kortini, tá arbeiðsformaðurin og stjórin vistu, at hon ikki altíð bleiv nýtt, áttu teir at havt tryggjað arbeiðsplássið enn betri. Tað, at Búsetur hevði sett ávís tiltøk í verk og gjørdi nógv við at kunna arbeiðsmenningar um trygd og minti teir á, at nýta trygdarlínuna, gjørdi, at dómarin setti bótina niður, úr 20.000 krónum, sum ákærin ynskti, til 15.000 krónur.

 

Mær var at lesa frá rættargongdini í Sosialinum, sum kom út farna mikudag.