Básarnir á Kongabrúnni koma aftur

Nú summarið er farið at halla ? og drotningavitjanin er av ? væntar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at parkeringsbásarnir á Kongabrúnni koma aftur.

Tá ið býráðsnevndirnar í Havn viðgjørdu umsóknina um at gera Fútatorgið á Kongabrúnni, varð spurningurin frammi, um ikki teir sjey parkeringsbásarnir á brúnni skuldu takast burtur.

Byggi- og býarskipanarnevndin mælti til at taka básarnar burtur, men ferðslunevndin mælti frá.

Eingin samtykt varð gjørt viðvíkjandi parkeringsbásunum, men upp undir drotningavitjanina tíðliga í summar hvurvu parkeringsbásarnir.

- Tað var í sambandi við drotningavitjanina, ólavsøkuna og alt annað, sum var í summar. Drotningin skuldu jú ganga handa vegin, tá ið hon fór út í Tinganes, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

(Men drotningin gekk kortini als ikki eftir Kongabrúnni. Tá fylgið skuldi ganga av Bursatanga út í Tinganes sirmaði eitt sindur, so hon fór als ikki til gongu, men varð koyrd út í tinganes.

Hann heldur ikki nakað øðrvísi var við tí, enn tá ið parkeringsbásar í Vágsbotni vórðu tiknir burtur fyri summarið.

Heðin Mortensen væntar, at parkeringsbásarnir koma aftur, nú summarið er við at vera av. Málið verður tikið upp í teknisku nevnd í næstum. Stabbasteinarnir, sum vórðu skiftir út við rekkverk, koma ikki aftur.

Annars er ætlanin at gera eina heildarætlan fyri at fríðka alt økið við Kongabrúnna, sigur Heðin Mortensen.