Føroya Banki fer at hava tíðindafund kl. 11.30 í dag, har millum annað børsprospektið verður almannakunngjørt í samband við einskiljingina. Ritzau og Børsen koma til fundin Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eru eigararnir av Føroya Banka, og Føroya Banki hava í morgun kallað til tíðindafund í høvuðssæti bankans í Húsagøtu í Havn kl. 11.30.
Á skránni er almannakunngering av børsprospekti og kunning um tíðarætlan í sambandi við, at Føroya Banki nú verður einskildur.
Við á fundinum verða Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður í Føroya Banka, Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, og Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka.
Í tíðindaskrivinum, sum Føroya Banki hevur sent miðlunum, stendur, at bæði Børsen og Ritzau hava boðað frá luttøku á fundinum.