Amerikanska løgreglan almannakunngjørdi í gjárkvøldið nøvnini á teimum, sum tann 20 ára gamli Adam Lanza myrdi í býnum Newtown í statinum Connecticut fyrradagin.
Talsn er um tólv gentur, átta dreingir og seks vaksin. Øll tey 20 børnini vóru seks ella sjey ára gomul, og rættarlæknin W. Wayne Carver(høgrumegin á myndini) segði á tíðindafólki í gjárkvøldið, at øll vóru skotin meiri enn eina ferð. Hann segði eisini, at øll vóru skotin við riflu, og at tey doyðu beinanvegin.
Carver hevur arbeitt sum rættarlækni í meiri enn 30 ár, og á tíðindafundinum viðgekk hann, at hann hevur ongantíð verið við til nakað so ræðuligt fyrr.
-Hetta er tað ringasta, sum eg og mínir starvsfelagar hava upplivað, segði hann.
Barack Obama, forseti, fer seinni í dag til Newtown, har hann skal siga nøkur orð undir einari tvørkirkjuligari minnisguðstænastu, sum verður í býnum í kvøld.