Børnini trívast í frítíðarskúlanum

BØRN Nýstovnaði frítíðarskúlin hjá Sands Kommunu, er ein sonn sólskinssøga. Børnini eru níggju í tali

Sandur: Kommunan heima á Sandi avgjørdi fyrr í ár at seta á stovn ein frítíðarskúla sum eina roynd.

Sagt varð, at royndin var treytað av, at minst seks børn vórðu meldað til hesa skipan.

Hetta eydnaðist eisini, og nú, hetta tilboðið hevur verið í gongd í ein lítlan mánað, er talið av børnum komið uppá níggju.

- Bæði børn, foreldur og onnur kring frítíðarskúlan lata sera væl at trivnaðinum, skrivar Sandoyarportalurin.

Í frítíðarskúlanum arbeiðir í løtuni eitt starvsfólk, Petrina Nolsøe.


Góð tíð

Tey níggju børnini hava eisini fingið væl burturúr hesa fyrstu tíðini í frítíðarskúlanum.

Í frítíðarskúlanum leggur starvsfólkið seg eftir at møta ynskjunum hjá børnunum, um hvat tey skulu gera, m.a eru tey nógvar útferðir, eitt nú í biograf í Havn.

Børnini sum fara í skúla komandi ár, eru somuleiðis saman við frítíðarskúlanum ein dag um vikuna, har tey fyrireika uppsetanina av einum sjónleiki, sum verður framførdur komandi ár.

Henda eina dagin gjørdi frítíðarskúlin eina útferð til Skúvoyar, eftir ynski frá børnunum. Her sparkaðu tey bólt á FIFA-vøllinum í bygdini.

Tey fóru eisini í kirkjugarðin at síggja grøvina hjá Sigmundi Bresturson, og síðani gekk leiðin í handilin at keypa góðgæti og annað, áðrenn leiðin nakað seinni varð sett aftur ímóti heimbygdini.

- Børnini hildu at tað var stuttligt at sigla við Sildberanum, men hann rullaði eitt sindur, hildu tey, skrivar Sandoyarportalurin.