Børnini trívast í dagstovninum

- Vit eru komin uppá 20 børn, men um tveir mánaðir verða vit 24. Tá er dagstovnurin eisini fullur av børnum, sigur Tóra Johannesen, leiðari av dagstovninum í Skálafirði.

Skálafjørður: Stórur tørvur hevur verið – og er framvegis – á ansingarplássum í Runavíkar kommunu.

Sum eina fyribilsloysn hevur kommunan tikið avgerð um, at brúka stóra og væl útgjørda samkomuhúsið Keldan til slíkt.

Dagstovnurin byrjaði í apríl mánaði, og hava tey so við og við tikið børnini inn. Hetta varð gjørt fyri at børnini kundu venja seg við stovnin og øvugt.

Í Kelduni eru tvær stovur við plássi til 12 børn í hvørjari. Hetta eru vanliga stovur, ið samkoman nýtir til sítt barnaarbeiði. Nú verða tær so brúktar at ansa børnunum, ið eru úr Runavík og av Skála.

Ætlanin er annars at byggjast skulu tveir barnagarðar aftrat í kommununi – ein í Søldarfirði og ein á Skála.


Tvær stovur

Hóast hesi hølini ikki eru bygd til dagstovn sum so, lata starvsfólkini væl at teimum.

Í barnaarbeiðinum hjá samkomuni hava børnini havt tvær serstakar barnastovur – Reyðastova og Bláastova, og tað eru hesar sum dagstovnurin nú ger nýtslu av.

Skipað er soleiðis fyri, at ansingin fer fram í erva, meðan skrivstova, goymsla og inngongd eru í niðastu hæddini.

Uttanfyri er gjørt eitt spælipláss við tí, sum hóskar til hesi børnini. Serlig atlit mugu takast til teirra, tí her er talan um børn í vøggustovualdri: Tað elsta er tvey ár og tað yngsta hálvt.

Í dagstovninum arbeiða átta fólk, umframt leiðaran, soleiðis at tað altíð eru trý starvsfólk til hvørja stovuna.



Byrja í næstum

Sum víst á í hinari greinini á síðuni, hevur Runavíkar kommuna stóran tørv á ansingarplássum.

Fyribils er ein loysn funnin fyri 24 av børnunum í Kelduni í Skálafirði. Men kommunan hevur ætlanir um veruligar loysnir.

Hans Jacob Lamhauge sigur, at ætlanin er at byggjast skulu tveir barnagarðar í kommununi – ein á Skála og ein í Søldarfirði.

Ætlanin er at seta fyrsta spakan í jørðina á Skála í næstum, meðan arbeitt verður við at fáa tey formellu viðurskiftini í lagi í Søldarfirði.