Børnini stuttleikaðu sær á vøllinum

Leygardagin helt Klaksvíkar Ítróttarfelag sín 99. føðingardag. Hetta varð gjørt við millum øðrum nøkrum tiltøkum á fótbóltsvøllinum fyri børnunum. Hóast hoppiborgin gav yvir eftir lítlari løtu, so lat til, at børnini hugnaðu sær við tí, sum var - og serliga búktalarin var vældámdur

Klaksvík:
Við Klaksvíkar Hornorkestri á odda fór skrúðgonga heim eftir Klaksvíksvegnum um trý-tíðina leygardagin og niðan á vøllin. Aftaná gingu ein rúgva av Kíarum og øðrum, so talan var um eina rættuliga stóra skrúðgongu. Og Silvi var eisini við.
Uppi á vøllinum greiddi Bill McLeod, dagligur leiðari hjá KÌ frá tí, sum skuldi fara fram har. Fyrst komu allir KÍ leikararnir og Karl Martin Samuelsen upp á pallin at syngja KÍ sangin og síðani varð farið í holt ymsu stuttleikararnir.
Har var ein tarvur og ein hoppiborg, og har savnaðust nógv børn beinanvegin, men tíverri so punkteraði hoppiborgin so at siga beinanvegin, so tann gleðin var stokkut. Tað eydnaðist ikki at fáa eina aðra, og tískil noyddust nøkur børn at vera hana fyri uttan. Harmiligt, men slíkt hendir, og tað er ikki nógv at gera við tað.
Aðrastaðni á vøllinum var ein bóltjongleringskapping. Og ta einu løtuna sá tað bara heilt gott út hjá tí eina. Hann jongleraði við bóltinum í nærum hálvan fjórða minutt, og tað sigst at vera rættuliga longi.
Eitt tiltak, sum savnaði nakað av áskoðarum, var brotssparkskappingin, har kend andlit í Klaksvík skuldu skjóta brotsspark í móti KÍ málmanninum, Karstini Joensen. Sparkað varð í fimm umførum og endin var, at hjá kvinnunum vann Marjun Kalsø og hjá monnunum gamli KÍ leikarin Steinbjørn Jacobsen, betur kendur sum Steinbjørn á posthúsinum. Hóast mong ár síðani hann gavst at spæla fótbólt, so lá avbera væl fyri hjá honum at skjóta. Hann skeyt fýra av fimm brotsspørkum í kassan.
Hetta var ein stuttlig løta hjá hesum fólkum, sum vanliga ikki spæla nógvan fótbólt og dúgliga varð heppað á hvønnannan.
Karl Martin Samuelsen sang síðani nakrar barnasangir á pallinum, áðrenn búktalarin Absalon kom. Hesin megnaði avbera væl at fáa látur í fjøldina, sum stóð hugtikin og hugdi og lurtaði eftir honum. Tað sást so at siga ikki á honum, at hann tosaði fyri dukkuna. Hann var so skjótur at svara aftur fyri dukkuna, at tað tóktist heilt veruligt. Og serliga tá speisku viðmerkingarnar flugu í millum teir til miklan látur fyri áskoðararnar.
Hetta tiltakið á vøllinum vardi umleið tveir tímar, og fólk fóru vælnøgd avstað aftur.