Børnini skulu fram um oljuna

Í nýggja valuppleggi sínum lovar Javnaðarflokkurin, at skil skal fáast á fólkaskúlan. Tí tað eru børnini og ikki oljan, sum eru framtíðin

 

»Framtíð Føroya er ikki olja, men børnini og tey ungu«.

 

Soleiðis byrjar brotið í nýggju valskrá Javnaðarfloksins, sum snýr seg um at betra fólkaskúlan.

 

Javnaðarflokkurin sigur seg vera sannførdan um, at vit, so fáment vit eru, mugu hava eitt betri skúlaverk enn lond, vit vanliga sammeta okkum við.

 

»Javnaðarflokkurin vil tryggja fólkaskúlanum bestu umstøður at virka undir, soleiðis at hann ikki bara fær framt tað, honum er álagt, men støðugt mennist. Til hetta krevst játtan, sum eisini gevur rúm fyri, at lærarar og onnur starvsfólk fáa dagført sína útbúgving«.

 

Men nevniliga játtanin til alt hetta hevur verið tann stóri trupulleikin hjá øllum landsstýrismonnunum, sum seinastu árini hava sitið við ábyrgdini fyri fólkaskúlanum. Tí er tann stóri spurningurin, um Javnaðarflokkurin fer at megna at hækka játtanina til fólkaskúlan, um hann kemur í landsstýrið eftir komandi val.

 

Flokkurin torir kortini at lova enn meira á skúlaøkinum. Hann lovar, at næmingar við serligum tørvi skulu fáa eitt veruligt og dygdargott skúlatilboð, at útbúgvingarumstøðurnar hjá ungum í miðnámsskúlunum, hjá lesandi í hægri skúlum og Fróðskaparsetrinum, eins og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkum skulu betrast.

 

Og oman á tað heila, skulu lestrarráðgevingin og Stuðulsstovnurin samskipast.