Klaksvík:
Inni í stóru gongini í skúlanum við Ósánna standa tvey hjartansfegin fólk og práta saman. Ein starvsfelagi hjá Bjørn Kalsø og formaðurin í Norðoya Sambandsfelag John William Joensen. Hann er fyrndarglaður fyri, at Bjørn er vorðin nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
? Hetta koma tey ikki at angra, tað eri eg púra sannførdur um, sigur John William vælnøgdur.
Bjørn Kalsø hevur júst lagt telefonina á inni á skrivstovuni, eftir at hava tosað við útvarp Føroya, og kemur gangandi út haðani, tá aðrir fjølmiðlar og onnur fólk koma at heilsa upp á nýggja landsstýrismannin. Fattur er hann og róligur, sum altíð. Nakað bleikur kortini, og tað sást væl, at hann ikki er vanur við slíkt hóvasták.
Men hann hevur gott mót og er spentur uppá ta nýggju og stóru avbjóðingina, sum nú liggur fyri framman.
Ongin undirvísing
Bjørn eigur eftir tímatalvuni at hava fjórða flokk hendan skúlatíman, men neyvan verður tað til tað stóru undirvísingina, tí tað er ikki friður eina løtu. Øll vilja heilsa uppá hann.
Á veg inn til fjórða flokk koma fleiri starvsfelagar at ynskja honum til lukku.
Rannvá Joensen, varaskúlastjóri, sigur, at tey eru sera forharmaði at spæla av við Bjørn, men samstundis glað hansara vegna. Skúlastjórin Símun Petur Hjelm heldur skemtandi fyri, at hetta var óluksáligt, tí nú fer hann at hanga upp á alis- og evnafrøði, sum eru lærugreinar, sum Bjørn millum annað hevur undirvíst í.
Mai Breckmann og Jórun Høgnesen, sum báðar eru lærarar, koma eisini at heilsa uppá Bjørn, beint áðrenn hann letur dyrnar til fjórða flokk upp.
Familjumaður
Dúgliga verður skemtað við hvat fyri lík hjá Bjørn fer at verða grivið upp nú, hann skal sessast í tann heita stólin í fiskivinnumálaráðnum. Bjørn sjálvur tekur tað alt við einum smíli og hevur hug at skemta sjálvur. Men álvarin í eygunum er ikki at taka feil av. Hann veit, at avbjóðingin er stór, og at hetta fer at merkja, at hann verður nógv burtur frá heimi og familjuni, sum hann gongur sera nógv uppí.
Bjørn og familja hansara havatosað nógv um hetta, at um hann nú fór at gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum, so fer hann at verða nógv burtur. Bjørn er giftur við Hennibeth úr Klaksvík, og eiga tey tríggjar synir.
16 ára gamla Steffan, 12 ára gamla Sørmund og 1 ára gamla Símun, sum hevði sín fyrsta føðingardag sjálvan dagin, pápi hansara varð útnevndur til landsstýrismann í fiskivinnumálum. Miðlingasonurin Sørmundur fylti annars 12 sjálvan valdagin, so ikki kann annað sigast enn, at føðingardagarnir hjá synunum báðum í ár hava verið nógv merktir av politikki.
Hvar fert tú, Bjørn
Børnini í fjórða flokki eru ikki nógv í tali, men tey hava øll skilt, at okkurt er á vási í dag. Bjørn fer upp til talvuna og teknar ein stóran fisk á talvuna, meðan børnini spyrja eitt fyri og annað eftir, hvat er á vási.
Glað fara tey øll upp til talvuna og stilla seg hjá Bjørn, so myndafólkini fáa tær myndirnar, sum skulu til.
Fartelefonin hjá Bjørn ringir áhaldandi, og tá hann tekur hana er tað onkur, ið vil ynskja honum til lukku.
? Eg standi her í flokshølinum saman við leiðsluni á skúlanum, fjølmiðlunum og næmgunum, sigur Bjørn í telefonina.
Tá samrøðan er liðug vendir hann sær aftur móti teimum, ið inni eru.
? Ja, ja?eg vóni, at tað fer at ganga væl, sigur hann og leggur so skemtandi afturat, at í dag siga øll til lukku men um ein mánað, so skelda øll.
Myndatxt:
Bjørn Kalsø sigur nú farvæl við sítt vanliga starv sum fólkaskúlalærari og fer suður at sita í fiskivinnumálaráðnum