Børnini síggjast

Børn

Hvat er so serligt við júst hesi myndini. Jú, hetta eru fyrst og fremst nøkur fitt børn frá útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík. Men harafturat so eru tey løtt at leggja til merkis. Tey eru klødd í lýsandi gulum vestum, og børnini síggjast langan veg. Hetta er fyrsti dagurin tey royna vestarnar, men hetta verður frá í dag av ein vanlig sjón. Øll tey 55 børnini hava fingið hvør sín vest og tað eru tey sera fegin um, sigur Eva Jacobsen sum henda morgunin var túr við nøkrum av fjallafípinum. Hon sigur, at hugskotið er nýtt og veit ikki at siga, um nakar annar stovnur hevur roynt hetta áður.
Vestarnir sum børnini nýta eru serliga góðir hesa árstíðina, nú dagarnir gerast stytri og umráðandi er at verða sæddur í ferðsluni.
Fjallafípan er annars ein útibarnagarður sum liggur úti í Grøv við Gravardal í einum stórum nátúrvøkrum øki, har tað gott er hjá børnunum at spæla úti á bønum í nærum øllum veðri.