Summarfestivalurin hevur í næstum upptøkuroynd fyri børnum, sum ynskja at vera á stóra pallinum í Vágsbøi, tá the ABBA-show verður framført Tveir av kendu songunum hjá ABBA eru ?I have a Dream? og ?Thank You for the Music?, og til hesi bæði løgini er tørvur á barnarøddum, tá slaggararnir hjá svenska bólkinum vera at hoyra á Vágsbøi í august mánaði.
Og hósdagin sleppa børn í aldrinum 6 til 10 ár at royna seg í sonevndari auditon, har endamálið er at velja millum 20 og 25 børn, sum so verða partur av sjálvari framførsluni.
Klokkutíðirnar, nær børnini skulu møta til audition eru at síggja á heimasíðuni hjá Summarfestivalinum, www.sf.fo.