Her eru nøkur góð ráð, tá ið tú keypur og nýtur sápur, vátserviettar, blæur, suttur og tannkrem til børn
Børn upptaka skjótari heilsuskaðilig evni enn vaksin. Sápa, krem og sjampo til børn innihalda ofta anga og haldevni, hóast nógv børn ikki tola hesi evni.
Blæur
Keyp blæur við norðurlendska umhvørvismerkinum "Svananum".
Keyp blæur við ongum luktilsi ella kremi.
Suttur
Skolda sutturnar áðrenn tær verða tiknar í nýtslu.
Sápa, krem og sjampoo
Nýt ikki evnir (sápu, krem, sjampoo, salvur o.s.fr.) við anga og royn eisini at sleppa undan haldevnum.
Keyp evni við norðurlendska umhvørvismerkinum "Svananum"
Tannkrem
Flour er í tannkremi og saman við regluligari tannbusting verjir hetta móti holum í tonnurnum. Smábørn duga ikki so væl at spýta út og at skola munnin við vatni, og tí svølgja tey ofta tannkremið. Av tí at flour kan vera heilsuskaðiligt, eiga vit einans at nýta eina mongd, ið svarar til eina lítla ert.
Vátserviettar
Nýt ikki vátserviettar við anga til børn. Nýt vatn og einnýtislappar av skúmgummi í staðin. Tað er sum oftast bara neyðugt at nýta sápu, tá ið barnið hevur kukka í blæuna. Nýt tá eina milda barnasápu uttan anga.
Tak ein vátan lappa ella einnýtislappa í plastposa við út, í staðin fyri vátserviettar.
Meir fæst at vita á heimasíðuni hjá Grøn Information: www.greeninfo.dk, ella í faldaranum hjá danska umhvørvisstýrinum: Kemi i børns hverdag