Børnini læra ov lítið

Úrslitið av Landsroyndunum 2008 vísir greitt, at børnini læra ov lítið í fimta og sætta flokki. Hetta er galdandi fyri allar lærugreinar. Lesiførleikin broytist lítið millum fjórða og fimta flokk, og hetta er sambært frágreiðingini eitt stórt vandamál

Í úrslitunum av landsroyndunum, ið vórðu hildnar í maimánaði av øllum børnum í fjórða og sætta flokki í Føroyum, sæst, at børnini í fjórða flokki eru munandi betur fyri enn børnini, ið ganga í sætta flokki. Hóast úrslitini hjá børnunum í fjórða flokki liggja lægri enn vónað. Er veruligi trupulleikin í sætta flokki, har øll úrslitini eru verri enn hjá teimum í fjórða.

Sambært kanningini kundi ein orsøk til hetta verið, at børnini í fjórða flokki hava betri hug at ganga í skúla, enn tey í sætta flokki. Ongar veruligar grundgevingar eru fyri hesum, men Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, og Janusi Jensen, undirvísingarleiðara á Fólkaskúladeildini, er hetta ein tendensur, mann eisini hevur sæð í grannalondunum.

Sambært Olausi Jespersen, deildarstjóra á Fólkaskúladeildini, vísir úrslitið greitt, at innlæringin ikki er líka stór í fimta og sætta flokki, sum hon er í yngru flokkunum.


Lesiførleikin

Sambært teimum flestu er lesiførleikin tað týdningarmesta fyri víðari innlæring. Um lesiførleikan hjá børnunum sæst í úrslitinum á royndini, at børnini duga verri, í mun til aldurin, í sætta flokki enn í fjórða.

Hetta ørkymlar fólkini handan kanningina. Tey meta at vantandi menningin í lesiførleikanum skal takast í størsta álvara, av øllum, ið vara av skúlanum.


Fleiri tímar

Helena Dam á Neystabø, heldur somuleiðis, at vantandi menningin í lesingini, er nakað, ið skal takast í størsta álvara og vísir á, at endurútbúgving og betri útbúgving av lærarum má gerast fyri, at børnini fáa sum mest burturúr hvørjum tíma. Hon leggur afturat, at royndir eru gjørdar við at hava fleiri tímar við føroyskum, og hon vónar, at hetta eisini fer at geva úrslit um eitt ár, tá hesi børnini koma í fjórða flokk.

- Vit hava fyrr sett tímatalið upp í føroyskum og vóna, at tað gevur úrslit, men mann kundi eisini hugt uppá at geva eldru næmingunum fleiri tímar í Føroyskum, sigur landsstýriskvinnan. Hinvegin veit hon ikki hvaðani tímarnir skulu takast, tí tímatalvurnar gerast rímiliga rúgvusmiklar í eldru flokkunum.

Hon heldur eisini, at tað má takast upp, at børnini kanska ikki tíma nóg væl at ganga í skúla í sætta flokki, og at hetta er nakað, ið skal kannast gjølla.


Fyrivarni

Í skrivi í samband við úrslitið, eru eisini nøkur fyrivarni reksaði upp, ið kunnu hava ávirkað úrslitini.

Har stendur millum annað, at hvørki børnini ella lærararnir eru von við royndir, og hetta kann hava verra um úrslitið. Eisini er nevnt, at krøvini til royndirnar ikki vórðu kunngjørd fyrr enn tveir mánaðir áðrenn royndirnar.

Hetta kann fyri summi sýnast undarligt, tí lestrarætlanir eru til allan fólkaskúlan.

- Tað sigur kanska meira um lærararnar enn nakran annan, at tey mugu umleggja arbeiðið, tí landsroyndirnar skulu gerast, metir Olaus Jespersen.

Landsstýriskvinnan metir hinvegin, at hetta er nakað, ið fer at broytast.

- Í framtíðini rokni eg við, at bæði børn og lærarar fara at taka landsroyndirnar sum eina rutinu. Júst sum at føra protokol, sigur Helena Dam á Neystabø, sum roknar við, at royndin verður gjørd aftur í maimánaði í næsta ár.

Eisini er í skrivinum viðmerkt, at útgreiningin ikki sigur alt um førleikanum hjá børnunum.