Børnini læra føroyskan dans

Í Norðurlandahúsinum verður javnan skipað fyri barnadansi, har børn og ung læra at dansa føroyskan dans. Tað eru Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið, sum skipa fyri hesum tiltøkunum.

 

Tað er týdningarmikið, at okkara børn og ungu læra at dansa føroyskan dans. Tað meta í øllum førum Norðurlandahúsið og Dansifelagið í Havn, sum javnan skipa fyri føroyskum dansi fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum. Tað er ókeypis at luttaka, skrivar heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum.

 

 

Tað næsta dansitiltakið verður 2. november.

 

Harumframt verður dansað 9.november, 16.november, 23.november og 30. november, og síðani verður dansað aftur 7. desember, sum er seinasta kvøldið áðrenn jól.

 

Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum stendur, at byrjað verður aftur at dansa føroyskan dans 4. januar 2013.

 

Hvørt kvøld verður byrjað kl. 20.00