Asfalt legði í morgun fyri við barnatiltaki í Tórsgøtu. Nógv børn vóru komin saman. Hóast eitt sindur yvirskýggjað var í byrjanini, so kláraði upp eftir eina løtu.
Asfalt hevði skipað fyri góðum undirhaldi, við m-ø. rulluskoytuframførslu, Break Dance, sangi og tónleiki. Lagið var gott, og tá sólin eisini var farin at skína byrjaði annar dagurin á Asfalt sera væl.