Fríggjadagin skipaði rørslufelagið, Hvistan, í Suðuroy fyri heilsutiltakið, sum byrjaði tíðliga á morgni og helt á allan dagin. Endamálið hjá Hvistuni er at varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, bæði fyri kropp og sál, at røra seg.
Longu frá morgunstundini var Marghøllin full av spælandi børnum. Børnini úr øllum fólkaskúlunum í Suðuroynni, vórðu býtt upp í bólkar, har tey síðani sluppu at royna seg í ymiskum stuttleikum og kappingum, umframt at tey elstu eisini sluppu til stuttan fyrilestur.
Tey vóru eisini vesturi á Eiðinum rundan um Páls høll og dagurin endaði við at Jens Marni Hansen sang og undirhelt, áðrenn Faroe Flips vísti dansi kynstur.
Hendan dagin vóru eisini onnur tiltøk á skrá, eitt nú vísti Henrik Duer á, hvussu tað er at royna at koma niður í vekt, og tá ið tað eydnast, hvussu ein klárar at halda vektina .
Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum.