Børnini í Hornagøtu vunnu Frítíðarskúla-Olympiaduna

Seinasta hálva árið hava 240 børn í frítíðarskúlunum í Havn kappast í ítrótt og spæli í Frítíðarskúla-Olympiaduni. Vinnarin hetta skúlaárið er nú kosin

Hósdagin var endabresturin í Frítíðarskúla-Olympiaduni millum frítíðarskúlarnar í Havn. Og vinnarin gjørdist Frítíðarskúlin í Hornagøtu við 90 stigum.

Frítíðarskúla-Olympiadan er ein kapping í 13 ymiskum greinum innan ítrótt og spæl, og allir sjey frítíðarskúlarnir í Havn hava tikið lut. Børnini á skúlunum valdu seg í heyst inn á tvær greinir. Tey hava hitst til kappingar aðru hvørja viku síðani í oktober, og hava síðani savnað stig. Fyri hvørja kapping fekk vinnarin sjey stig.

Hugskotið til tiltakið eigur Eivind Eysturoy, ið arbeiðir í Frítíðarskúlanum í Hornagøtu.

- Frítíðarskúlarnir hava fyrr skipað fyri kappingum í fótbólti. Men øll børn tíma ikki at spæla fótbólt, og eg vildi royna eitthvørt, sum øll kundu taka lut í og høvdu hug til. Tí fann eg uppá at sameina kappingina við ítrótt og spæli og at lata børnini sjálv velja seg inn á greinir, tey hava hug til. Tiltakið hevur eydnast sera væl. Børnini hava verið so spent og hava ótolin bíðað eftir degnum, tey skulu kappast.

- Endamálið við at skipa fyri einum slíkum tiltaki er, at børnini í ymsu skúlunum skulu koma at kenna hvønn annan og at tey skulu hava tað stuttligt saman. Einum nýtist als ikki at vera kappingarhugaður fyri at kunna taka lut, tí tað kemur í aðru røð. Sjálvur havi eg lært nógv av hesum. Ikki minst, hvat skal til fyri at fanga so nógv børn og hvussu ein fer við børnum, sigur Eivind Eysturoy, samskipari.

Greinirnar, frítíðarskúlarnir hava kappast í, eru kapprenning, svimjing, longdarlop, badminton, fótbóltur, bopp, dart, ludo, jatsy, hoppa band, lakka paradís og hularingar. 240 børn, ið ganga í fyrsta og øðrum flokki á skúlunum í Havn, hava tikið lut.

Børnini í Hornagøtu fingu eitt steyp, og øll børnini í kappingini fingu sodavatn frá Føroya Bjór og ís frá Fóm.

Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at avgjørt er, at kappingin verður endurtikin komandi vetur. Men tá verður tað helst ikki Eivind Eysturoy, ið fer at taka sær av henni.

- Eg rokni ikki við, at eg arbeiði á frítíðarskúlanum tá, men so verður tað onkur annar, ið fer at skipa fyri.