Børnini í Holbæk lærdu meg "at brúka peruna"

Tað frøir meg, at Tórshavnar kommuna er farin undir tiltakið, "Brúka Peruna", sum er ein miðvís ætlan um at fara undir ein vælskipaðan orkupolitikk fyri allar stovnar hjá kommununi

Endamálið er m.a., at allir kommunalir stovnar skulu spara 10 prosent av streymi, kolvetni og fjarhita fyri eitt rakstrarár.
Hetta framúr góða orkuátak hjá Tórshavnar kommunu er byrjað í ár. Tey fyrstu úrslitini vera avdúkað fyrst í komandi viku, har 3 teir fremstu stovnar hjá Tórshavnar kommunu fáa handað heiðursgávu frá Heilsu- og Umhvørvisdeildini, fyri teirra sparing fyri januar 2010.
Hetta tiltakið hjá Tórshavnar kommunu fekk meg at hugsa aftur á árið 1998, tá ið eg var í starvsvenjing á "Holbæk Fritidscenter" í Holbæk.
Eg skrivaði í 2008 grein um hesa mína fyrstu uppliving um, at "Grønur politikkur skal raðfestast høgt" - og at vit eiga at læra um grønan atburð í gerandisdegnum frá barnsbeini av.
Holbæk Fritidscenter í 1998
Á "Holbæk Fritidscenter" bleiv eg tá í 1998 sera bilsin um, at børnini har vóru vón at skilja ruskið, og at tey tóku tað sum eina sjálvfylgju.
Reglur vóru á frítíðarskúlanum, sum skuldu tryggja, at ein "grønur politikkur" var framdur í verki á øllum økjum á stovninum.
Eg kann nevna sum dømi, at børnini høvdu ikki loyvi til at hava breyð í pakkum við silvurpappíri.
Tað var álagt starvsfólkunum at læra børnini at skilja rusk, at eta grønt, spara vatn, hita og streym. Eisini var farið uundir eina miðvísa upplæring í endurnýtslu.
Fyri mær var hesin grøni politikkur so at siga ókendur. Sjálvandi var eg sum heild vitandi um "grønan politikk", men tað var á einum ógvuliga yvirskipaðum stigi, sum ikki hevði nakran týdning í gerandisdegnum.
Men her á frítíðarskúlanum lærdi eg skjótt mannagongdir í gerandisdegnum um, hvussu stovnurin kundi spara og minka um óneyðugt oyðsl. Og var eg í ivi, hvussu eg skuldi gera teir fyrstu dagarnar, ja, so fekk eg góða vegleiðing frá børnunum.
Tey mintu meg ofta á, at eg skuldi sløkkja ljósið, um tendrað var í einum rúmi, sum ikki varð nýtt til nakað ein part av degnum.
Gularótin og námsætlan
Holbæk kommuna lokkaði við eini "gularót" stovnarnar í kommununi at seta tann grøna politikkin í verk á øllum økjum, har tað var møguligt.
Gularótin - ja, hon var handað hvønn mánað og hvørt ár til tann stovnin, sum var fremstur í at seta í verk henda grøna politikkin.
Og gularótin var eitt heiðursbræv og gávur til tríggjar tey fremstu stovnarnar á hesum økinum.Tann grøni politikkurin var ein samantvinnaður partur av námsætlanini hjá frítíðarskúlanum í Holbæk.
Umhvørvisvikan í Hoyvíkar skúla
Vit hava eisini stovnar í Tórshavnar kommunu, sum eru at meta sum undangongustovnar á ávísum grønum økjum
Eg hugsi m.a. um Hoyvíkar skúla, sum hevur eina "Umhvørvisviku", har ið børnini verða lærd um "grønan politikk".
Og tað er sera gleðiligt at vita, at foreldur og - ikki minst - børnini hava tikið sera væl undir við hesi umhvørvisviku líka frá byrjan av.
Men vit í Tórshavnar kommunu hava nú rættiliga nógv eftir at læra um grønan politikk í gerandisdegnum.
Men tað skal vera mín vón, at tiltakið - "Brúka peruna" - veruliga fer at seta ferð á ein miðvísan grønan politikk á øllum stovnum í Tórshavnar kommunu.
Ein greiðan grønan politikk
Vit skulu hava ein sjónligan almennan politikk í Tórshavnar kommunu, sum stovnarnir hvør sær laga til síni egnu viðurskifti, alt eftir tí, teir takast við.
Tann almenni grøni politikkurin eigur m.a. at verða greitt orðaður í nakrar grundleggjandi almennenar leiðreglur, sum stovnarnir síðan - hvør í sínum lagi - taka til umrøðu og viðgerðar - møguliga eina tvær ferðir um árið við fylgjandi eftirmetingum av úrslitum.
Tórshavn gongur undan
Eg eri sera fegin um, at Tórshavnar kommuna gongur undan á umhvørvisøkinum í sínum kommunalpolitikki.
Í Tórshavnar kommunu verður tað Heilsu- og Umhvørvisnevndin, sum serliga fer at vara av hesum grøna politikkinum.
Men tað er mín vón, at allir býráðspolitikkarar, antin teir eru í samgongu ella andstøðu, fara at taka lógvatak saman um at fáa framt og ment grøna politikkin hvønn dag í árinum - øll ár fram!