Børnini hjá Brittu Nielsen ákærd fyri tjóvsloyning

Ákæra er reist ímóti soninum hjá Brittu Nielsen, sum er er ákærdur fyri grova tjóvsloyning (hæleri) fyri upp til 10,6 mió krónur.

Tey trý børnini hjá Brittu Nielsen eru ákærd fyri grova tjóvsloyning.

Tað skrivar TV2, sum hevur fingið innlit í ákæruritið.

Rættarmálið ímóti teimum byrjar 4. mars í býarrættinum í Keypmannahavn.

39 ára gamli sonur Brittu Nielsen er ákærdur fyri grova tjóvsloyning fyri 10,6 milliónir krónur, og 32 ára gamla dóttir hennara fyri grova tjóvsloyning upp á 2,9 milliónir krónur.

35 ára dóttir Brittu Nielsen er ákærd fyri grova tjóvsloyning upp á 3,5 milliónir krónur.

Tíðindini um ákæruna ímóti børnunum kemur, meðan mamma teirra situr í býarrættinum í Keypmannahavn. Har er hon ákærd fyri at hava svikað fyri 117 milliónir krónur, sum hon skal hava flutt til sín sjálvs gjøgnum arbeiði sítt í danska Almannaráðnum gjøgnum 25 ár.

Børnini hjá Brittu Nielsen hava verið skuldsett fyri grova tjóvsloyning síðani á heysti í 2018.

Meðan sonurin hevur verið varðhaldsfongslaður, síðani hann varð handtikin í Suðurafrika 30. oktober í 2018, hava døtrarnar verið leysar.

Sambært ákæruni hava tær verið beinleiðis íblanaðar í nýtsluna av teimum pengum, sum mamma teirra er ákærd fyri at hava svikað seg til gjøgnum arbeiði sítt.

 

Sonur hennara er umframt grova tjóvsloyning eisini ákærdur fyri at hava barnaporno, sæst í ákæruritinum sambært TV2

Á eini teldu og einum harðdiski hevur hann havt 478 pornografiskar myndir og 571 videobrot av persónum undir 18 ár.

Sonurin hevur fleiri ferðir verið til staðar í rættarsælinum í býarrættinu í Keypmannahavn í málinum ímóti mammuni. Døtrarnar hava ikki verið har.

Undir rættarmálinum hevur ákærin, Listbeth Jørgensen, roynt at fingið Brittu Nielsen at greiða frá, um hon hevur býtt út av stolnu pengunum til onnur.

Men hesum hevur hon ikki vilja svarað.

Og verji hennara, Nima Nabipour, hevur mótmælt harðliga, at málið ímóti Brittu Nielsen verður brúkt sum jarnbrot til mál ímóti øðrum.

Dómurin í málinum ímóti Brittu Nielsen væntast 18. februar, og harivð vil málið ímóti henni í býarrættinum í Keypmannahavn vera endað, áðrenn børn hennara skulu fyri rættin.

/ritzau/