Børnini hava tað betri

Nú stendur heilt væl til hjá børnunum, sum vórðu rakt í ferðsluólukkuni á Vegnum langa í Hoyvík týsdagin.

Tvey av temum seks børnunum vórðu beinanvegin útskrivað og tvey seinni. Í morgun vóru tvey børn framvegis á Landssjúkrahúsinum.

- Støðan hjá teimum er eisini góð, sigur Hans Jákup Simonsen, yvirlækni. Tey bæði børnini verða kanska útskrivað longu í dag, men tey skulu kannast aftur í dag.

Í Býlingshúsinum Millum Gilja er alt so nøkulunda vanligt aftur. Stovan hjá børnunum, sum upplivdu ólukkuna, er eisini opin, og næstan øll børnini eru har í dag, undantikið tey, sum fingu skaða.

Tilbúgvingin virkaði sera væl, sigur Jóna Guttesen, leiðari. Allur stovnurin og foreldur hittust í gjárkvøldið saman við sálarfrøðingi, seinni í dag skulu starvsfólk aftur tosa við sálarfrøðing, og í morgin eiga foreldrini tørn.