Rigmor Dam
Vit settu formanninum fyri Børns Vilkår, dananum John Aasted Halse, stevnu á Hotel Hafnia, at práta um umstøðurnar hjá børnum í dag, og hví so nógv teirra vera skýrd ófriðarlig.
Hann hevur eitt nú staðið fyri umfatandi kanning av ófriðarligum børnum á dagstovnum, og var ein av fleiri røðarum á stóru ráðstevnuni á Læraraskúlanum seinasta vikuskifti, har heitið var ?Ófriðarlig børn og órógvandi foreldur?.
Foreldrini taka ikki ábyrgd
Í kanningini av ófriðarligum børnum á dagstovnum verður millum annað sagt, at 13 prosent av børnum á dagstovnum eru ófriðarlig, og at hetta eisini kann sigast um 30 prosent av øllum skúlabørnum. Ikki sørt skelkandi tøl, tá vit hava í huga at hvørt barn í miðal er á stovni og í skúla í 25.000 tímar. Og hóast hesi tøl eru galdandi fyri Danmark, man lítil ivi vera um, at støðan í Føroyum er, um ikki so ógvuslig, so nærum. Men hví eru børnini so ófriðarlig, spyrja vit John Aasted Halse.
Og hann leggur fyri við at vísa til tvær høvuðsorsøkir. Í fyrsta lagi eiga foreldrini í nógv størri mun at taka ábyrgd fyri, at tey hava fingið sær børn, og skulu tí raðfesta børnini framum arbeiði; og í øðrum lagi, at foreldrini, tá tey velja at lata børnini upp í hendurnar á fakfólki, skulu taka størri lut í stovnslívinum hjá børnunum.
- Í dag vaksa børn upp bæði heima og á stovni, men foreldur og starvsfólk hava ymiskar leiklutir í mun til børnini. Hvørgin parturin kann vera hin fyri uttan, og tí hevur tað stóran týdning, at foreldrini loyva fakfólkunum inn á lívið hjá familjuni, so tey í bestan mun kunnu lofta barninum í ymiskum støðum, sigur hann, og langar samtundis út eftir teimum foreldrum, sum ikki hava gjørt sær greitt, hvat tað innber at fáa sær børn,
- Summi foreldur høvdu verið betri egnaði sum ommur og abbar. Tey tíma bara børnini, tá tey eru fitt, góð og stuttlig, og hava bestan hugin at lata tey upp í hendurnar á øðrum, ella keypa teimum okkurt, tá ósemjur og tvístøður taka seg upp. Tey tráa eftir harmoni, men gera í veruleikanum børnunum eina bjarnatænastu, tí børnini taka ræðið av foreldrunum, og vera sum vargar, tá tey eru millum onnur fólk. Tey læra ikki at umgangast onnur fólk, tí tey eru von at fáa sín vilja, sigur John Aasted Halse, sum tvørturímóti heldur, at vit skulu læra børnini at taka á seg ábyrgd og avbjóðingar, og at vit skulu seta krøv til teirra, eitt nú við ikki at gera slíkt fyri tey, sum tey sjálvi megna.
- Tí hvørja ferð tú gjørt okkurt fyri barnið, sum tað sjálvt megnar, tekur tú menning frá tí, sigur hann, og vísir á dømið við lítlu gentuni, sum ikki sleppur at oysa sær mjólk uppí glasið, fyrr enn hon hevur lært tað...
Menniskjaliga vælferðin fremst
John Aasted Halse sigur, at hann sjálvandi bert kann úttala seg um foreldur sum heild í Danmark, men hann hevur samstundis varðhugan av, at vit í Føroyum eru væl á veg inn í globaliseraða heimssamfelagið, tí liviumstøðurnar í eitt nú Keypmannahavn og Havn eru ikki so ymiskar longur. Fólk arbeiða nógv, og stór krøv verða sett til materiella støðið.
- Sum heild liva fólk í framkomna heiminum eins. Mørkini millum londini gerast alt minni sjónlig, og hugburður og krøv til tilveruna eru upp til hin einstaka. Fjølmiðlastreymurin og tøkniliga menningin skapa eina harmonisering av siðum og dialektum, og skjótleiki og realisering av hinum einstaka eru í hásæti. Fólk ynskja sjálvi at mynda tilveruna, at vera sjálvstøðug og hava ein virknan leiklut í lívinum. Bæði persónliga og politiskt er hetta rákið, og ger hetta eisini foreldraleiklutin truplari, tá fólk skulu skapa foreldraleiklutin, samstundis sum tey skulu realisera seg sjálvi, og børnini kennast sum haft um beinini, sigur John Aasted Halse.
Tí ávarar hann okkum eisini ímóti at gera somu mistøk sum danir, har menniskjaliga vælferðin víkir fyri vælstandinum, og har børnini gerast taparar. Og hann vísir til uppgávuna hjá politikarum og foreldrum, at laga samfelagið soleiðis, at tørvurin hjá børnum verður raðfestur sera høgt.
Krevjið tað besta til børnini
Í einum barnagóðum samfelag er pláss fyri børnunum, og foreldur og politikarar hava gjørt sær greitt, hvat ein góður barndómur er, sigur John Aasted Halse, sum eisini er fullgreiður yvir, at vit neyvan aftur fara at liva sum fyrr, tá mamman var heima og pápin var á floti. Tí eiga foreldrini at krevja tað allarbesta til børnini. Í hesum sambandi nevnir hann børn, sum eru einsamøll aftaná skúlatíð, tí eingir frítíðarstovnar eru.
- Børnini verða í ov stóran mun sett framman fyri eina teldu ella eitt sjónvarp, har tey stórt sæð einki læra, og meðan limirnir í kroppinum vikna, steðgar menningin av sosialu førleikunum. Fjølmiðlarnir eru spennandi hjá børnum, og tey duga ikki sjálvi at siga frá. Men hetta var ongantíð ætlanin við barndóminum, og tað vita foreldrini væl. Børnini hava tørv á at spæla og mennast saman við øðrum børnum, sigur John Aasted Halse, sum heldur, at foreldur og politikarar fremja umsorganarsvik ímóti børnunum, tá tey ikki bjóða teimum betri umstøður aftaná skúlatíð.
- Tað er upp til foreldrini at krevja mennandi og avbjóðandi frítíðarstovnar, sum ikki eru partar av skúlunum, og har dugnalig starvsfólk eru um børnini. Børnini skulu sleppa at boltra sær í einum umhvørvi, sum í størstan mun líkist fría spælinum millum húsini, so tey sleppa av við krútið, sum í løtuni verður skotið av í skúlunum, sigu John Aasted Halse, sum eisini vísir á, at hetta sostatt eisini er ein politisk avbjóðing, at myndugleikarnar taka avleiðingarnar av tí samfelagsskipan, vit hava í dag, og geva pláss fyri børnunum.
Faktaboks:
Ófriðarlig børn í barnagarðinum
Í kanningini ?Er der urolige børn i børnehaverne? ?hvad mener de pædagogiske medarbejdere?? sum Børns Vilkår og John Åsted Halse hava staðið fyri, verður sagt, at
? Uml 75 prosent av barnagarðsbørnunum eru væl fyri
? Uml 13 prosent av børnunum eru ofta ella altíð ófriðarlig
? Dreingir er tríggjar ferðir oftari ófriðarligir enn gentur
? Smáir barnagarðar hava færri ófriðarlig børn enn miðalstóru barnagarðarnir
? Stórir barnagarðar hava færri ófriðarlig børn enn miðalstóru barnagarðarnir
? Støddin á trupulleikunum er lítið tengd at hvar í landinum, barnagarðurin liggur
? Uml 7 prosent av børnunum hava so stórar trupulleikar at tørvur er á serkønari hjálp, so sum sosialpedagogiskum stuðli, ella supervisión til starvsfólkini