Børnini forkelað í morgin

Aftur í ár verður stórt barnatiltak á Fjarðafestivalinum. Tiltakið er í morgin klokkan 11 og verður á innipallinum í samkomusalinum í Kelduni Samkomusalurin egnar seg væl til eitt tílíkt tiltak. Har er gott pláss, og eingin vandi er fyri at tað skal verða darvað av ringum veðri.

 

Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin leygardagin, og nógv ymiskt og spennandi verður á skránni. Har verður sangur, dansur, gykl og annað undirhald til børnini.

 

Úr Oasuni í Havn kemur eitt barnakórið Oasubørn at vitja. Tey fara at syngja fleiri sangir, undir leiðslu av Sigrid Sivertsen.

 

Gleimur og Glotti koma eisini at undirhalda við gykli og búktalu. Pingu, Klossmundur og Pluto, sum vit kenna frá teknifilmum koma at vitja. Ungi dansibólkurin Butterfly, sum hoyrir heima í Kelduni, fer eisini at framføra dans afturvið nýmótans tónleiki.

 

Í samstarvi við Føroya Banka, ið er høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum kemur Nósi á vitjan.

 

Fyrireikararnir siga, at umframt alt hetta verður okkurt heilt serligt og óvæntað á skránni, so nógv er at gleða seg til eisini hjá teimum yngstu.

 

Oddur á Lakjuni