Til flestu av møtunum, bíbiltímunum og pallborði, eru tiltøk fyri børn og tilboð um barnaansing, so børnini koma ikki at keða seg.
Foreldrini hava her møguleika at luttaka í øllum sum gongur fyri seg. Millum annað verður ein flogferð til eitt fremmant land har tey sleppa at uppliva mangt og hvat.
Børnini sleppa eisini at mála eitt heimskort ella eitt Afrika-kort, ið skal hangast upp og vera ein partur av stevnuni.
Sunnudagin er sunnudagsskúli og har verður ein sjónleikur um Jónas, hvalin og Ninive á skránni. Barnakórið á Toftum kemur at syngja, og eisini verður tað, sum børnini hava gjørt í vikuskiftinum lagt fram. Sangirnir vera eisini frá øðrum londum.