Børnini hava altíð nóg mikið at renna til, tá summarstevnur eru. Fríggjakvøldið á norðoyastevnu verður stórt barnatiltak í KÍ høllini við Glott og Gleimi, har Hans Michael og Finn fara at syngja og spæla barnasangir.
Umframt hetta verður sjálvandi tivoli, hoppiborgir, klatriveggur, fiskidammur, karrusell og mangt, mangt annað til børnini á norðoyastevnu.