Altjóða kanningar vísa, at nógvastaðni í heiminum eru børnini ov feit, og at í 2010 fara minst ein triðingur av børnunum at hava trupulleikar við vektini. Í Norður- og Suðuramerika verður tað uppaftur verri, tí har verða tveir triðingar av børnunum ov feit um fimm ár.
Granskarar hava nýliga kannað hagtøl, sum heimsheilsustovnurin WHO hevur skrásett í 25 londum tey seinastu 25 árini, og niðurstøðan er, at í øllum londunum veksur talið á børnum, sum eru ov feit. Út frá hagtølunum vænta granskararnir, at um fimm ár verður talið á evropeiskum børnum við ovurfiti tvær ferðir so stórt sum í dag, og at tað sama fer at henda í Miðeystri.
Kanadiumaðurin Brian McCrindle, sum hevur verið í granskarahópinum, sigur við BBC, at verður einki gjørt fyri at tálma gongdini, kunnu vit fáa so nógvar tilburðir av hjartasjúkum, at tað fer at spreingja tað almenna heilsuverkið í nógvum londum. Hann heldur, at politikararnir eiga at samtykkja neyðugar lógir, sum kunnu venda gongdini, tí eftir hansara tykki er tað ikki nóg mikið at biðja fólk broyta matvanarnar.










