Børnini livdu seg veruliga inn í leikin, tá Angela og Hannibal framførdu á Torginum fyri løtu síðan Angela og Hannibal spældu seg aftur seinnapartin í hjørtuni hjá børnunum, tá figurarnir, vit kenna frá sjónvarpinum, framførdu á Torginum.
Tað var stuttligt at síggja, hvussu børnini livdu seg inn í leikin. Kúllurin Hannibal royndi fleiri ferðir at snýta Angelu á ymsan hátt, men hvørja ferð talaðu børnini at, og avdúkaðu Hannibal.
Leikurin riggaði væl, og áhoyrararnir kendu seg sum ein part av framførsluni. Tey settu í heilum spurningar til børnini, og har umframt slapp ein genta upp á pallin, har hon skuldi ganda hárið hjá Hannibal.
Børn hava veruliga tikið Angelu og Hannibal til sín, og tað var framførslan seinnapartin aftur eitt dømi um. Stuttligt og umráðandi, at eisini føroyingar kunnu bjóða børnum tílíkt undirhald.










