Hósdagin 21. apríl - sum var seinasti skúladagur fyri flaggdagin - helt Svend Højgaard, leiðari á Bókasavninum við Løkin í Runavík, flaggrøðu fyri børnum við standmyndina á Høgabóli í Saltangará og á Skála. Hetta vóru børn úr barnagarðsaldri og upp til 7. flokk.
- Hvussu skal man so seta eina flaggrøðu saman, sum talar til børn í hesum aldri? Well, er royndi, og tað var eitt hugnaligt og gott upplivilsi. Vónandi upplivdu børnini eisini løtuna sum eitt sindur hátíðarliga og styrkjandi fyri samleika og samanhald, sigur Svend Højgaard.
In.fo loyvir sær her at endurgeva nøkur brot úr røðuni hjá leiðaranum á Bókasavninum við Løkin.
- Í dag er flaggdagshald. Ein dagur, har vit hátíðarhalda - ella feira - tað føroyska flaggið. Øll lond hava eitt flagg. Tað er eitt toypetti, sum hevur onkrar bestemtar litir við mynstri ella myndum á. Vit kunnu siga, at flaggið er eitt merki fyri eitt land og fyri tey, sum búgva har.
Svend Højgaard vísti á, at tað eru nógv fleiri merkir og fløgg til, enn tað eru lond. Flestu feløg, so sum fótbóltsfeløg, fimleikafeløg, taekwondofeløg, handbóldsfeløg, svimjifeløg, kappróðrarfeløg og aðrir felagsskapir hava eitt merki. Eisini virkir og arbeiðspláss hava merkir. Tá kalla vit tað fyri eitt búmerki, eitt logo.
- Øll hesi merkini hjá feløgum og hjá londum hava ein týdning. Og serliga hava tey stóran týdning fyri tey, sum eru partur av felagnum ella landinum. Flaggið ella merkið minnir okkum á, at vit eru saman um okkurt. Vit eru saman um felagið - ella saman um landið, sum flaggið hoyrir til.
Hann segði, at allir føroyingar eiga tað føroyska flaggið, eisini børnini!
- Vit kunnu siga, at allir føroyingar eru limir í einum felag, sum kallast Føroyar. Tað føroyska flaggið hevur ein reyðan kross við bláari rond á einum hvítum dúki. Blátt er luftin yvir Føroyum og øllum heiminum, reytt er blóð, lív og menniskjuni sum búga her - og hvítt er veðrið, kavi og hvítir fossar.
Svend Højgaard vísti á, at ein krossur er eisini á flagginum, og krossurin minnir okkum á, at vit eru eitt kristið land. Hesin krossur er eisini á øðrum fløggum, men føroyska flaggið líkist serliga tí hjá hinum norðurlendsku londunum.
- Tá vit síggja føroyska flaggið, so kann tað minna okkum á, at vit hoyra saman. At vit skulu vera góð við hvønn annan, vera góð við Føroyar, við náttúruna, við fiskin í sjónum, við fuglin í luftini og djórini á landi - og eisini vera góð við fólkini sum búgva her, segði leiðarin á Bókasavninum við Løkin m.a. í síni flaggrøðu til børnini.