Børnini á Eiði sleppa aftur til tannlækna

Tordur J. Niclasen, borgarstjóri í Eiðis kommunu og Oddmar Færø, tannlækni, hava skrivað undir sáttmála, sum tryggjar børnunum í Eiðis kommunu regluligar kanningar og viðgerð Í langa tíð hava børn og ung í Eiðis kommunu so at siga ligið í tannlæknaloysi.

Men nú eru hesi viðurskifti komin upp á pláss aftur.

Tann 1. oktober undirskrivaðu borgarstjórin í Eiðis kommunu, Tordur J. Niclasen og Oddmar Færø, tannlækni, sáttmála um regluligar kanningar og viðgerð.

Borgarstjórin sigur við Portalin, at sáttmálin soleiðis tryggjar børnum og ungum í Eiðis kommunu regluliga viðgerð tvey tey næstu árini.

- Regluligu kanningarnar og viðgerðin fara fram á tannlæknastovuni í Hvalvík, sum Eiðis kommuna hevur selt Oddmari Færø.

Tordur J. Niclasen sigur, at sáttmálin millum partarnar kemur í gildi beinanvegin.

- Vit fegnast um hesa avtalu, sum nú kemur børnum og ungum í kommununi til góðar longu frá 1. oktober, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu við Portalin.