Nøkur børn hava tað truplari enn onnur. Tey eru klombrut, ótrygg og tora ikki at vera við í felagsspæli. Tey kunnu blíva í øðini ella djúpt ólukkulig yvir nakað, sum onnur halda eru smáttaríir. Nøkur hava innlæringartrupulleikar, talutrupulleikar ella hava trupult við at sita still og konsentrera seg.
Summi av hesum børnum blíva stemplað fyri at vera ósosial, hyperaktiv, "DAMP-børn", kontaktveik ella bara óuppdrigin. Men í veruleikanum er tað ein einføld frágreiðing upp á teirra trupulleikar, vánalig sansaintegratión, sigur Beinta Lassen.
Umleið 10 prosent av øllum børnum líða av sansaintegratiónstrupulleikum. Hesir trupulleikar kunnu vísa seg á ymiskan hátt. Nøkur tekin kunnu vera ovurviðkvæmi fyri ljósi, ljóði ella lukti, hava ringa balansu, ørilsi ella hæddaræðslu, vilja heldur vera áskoðarar enn luttakarar i spæli, reagera ógvusligt upp á rørslu og t.d. um klæðir stramma, eru vill og óolig ella eisini afturhaldandi og still, antin halda seg burtur frá spæliplássinum ella fáa ikki nóg mikið av villu rørslunum, orka illa at sita uppreist o.a.










