Børn við ADHD


Bókstavirnir ADHD standa fyri Attention-Deficit/Hyperactivity Disorder. Tað vil siga trupulleikar við uppmerksomheit, yvirvirkni og impulsivitet. Í Norðurlondum hevur hetta fyrr verið kallað DAMP.


Børn við ADHD eru sera ymisk, men yvirskipað eru trý ymisk sløg býtt eftir hvørjir trupulleikar eru  ráðandi.


-    ADHD serliga við uppmerksomheitstrupuleikum

-    ADHD serliga við yvirvirkni og impulsitiviteti

-    ADHD har allir tríggir trupulleikar eru uppií


Kanningar vísa, at trý til fimm prosent av øllum børnum uppfylla treytirnar fyri ADHD. Tað vil siga, at eitt barn við ADHD er í hvørjum flokki. Hetta merkir aftur, at heilt nógv børn, foreldur og lærarar eru í samband við børn við ADHD.

Trupulleikarnir hjá hesum børnum gera, at tey ofta kenna seg so øðrvísi og býtt, og at tey altíð verða kritiserað – uttan veruliga at vita, hvat tey hava gjørt galið. Tey halda seg vera strævin og trupul, at tey hava skuldina, tá ið okkurt hendir. Tey skilja ikki sosiala spælið og hava ikki álit á sær sjálvum. Ofta missa tey hugin at liva.

Øll hesi eyðkenni kenna Selma og Evy aftur frá sínum børnum. Tey orka ikki tað sosiala, men syrgja um sítt egna einsemi. Og tey skilja ikki, hví júst tey skulu hava tað so trupult, geva sær sjálvum skuldina og missa hugin at liva.