Børn í Vesturbýnum hanga enn í leysum lofti

Ampin er stórur, bæði á børnum og á foreldrum

Spildurnýggi skúlin á Fløtum er longu ov lítil og tí er ætlanin, at fleiri av børnunum, sum skulu byrja í fyrsta flokki eftir summarferiuna, skulu flyta yvir í Eysturskúlan ístaðin. Og tað hevur fingið foreldur at mótmæla.

Í mótælunum vísa tey á, at nú hava næstan 400 fólk skrivað undir kravið til Tórshavnar Kommunu um at gera fýra fyrstu flokkar í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár, so at børnini kunnu ganga í skúla har.  

Men tey harmast um, at enn er eingin kunning komin frá býráðnum um, hvussu málið verður loyst.

– Tey, ið skulu byrja í øðrum skúlum í Kommununi, hava fingið kunning og skriv, ið bjóðar teimum vælkomin í skúla eftir summarferiuna. Men enn hanga børnini í Vestubýnum í leysum lofti, tí tey, sum hava søkt um at sleppa í Skúlan á Fløtum, hava enn einki hoyrt, sigur hon.  

Tórshavnar býráð ætlar nevnliga at senda ein heilan flokk, ið hevur søkt um at sleppa í Skúlanum á Fløtum, yvir í Eysturskúlan, sum er í hinum endanum av býnum.  

Orsøkin er, at longu í summar, tá ið hesin spildurnýggi skúlin skuldi taka børn inn fyri fyrstu ferð, er hann ov lítil.

Tey siga, at hendan ætlanin hjá býráðnum hevur vakt stóra mótstøðu og tað fekk foreldur at skriva soleiðis til býáðið.

– Á Skúlanum á Fløtum ganga øll børn í Vesturbýnum, ella útvið 800 børn tilsamans. Men eftir summarferiuna er ætlanin at flyta ein lítlan bólk av sjey ára gomlum yvir í Eysturskúlan.

 – Tey vera fyri ógvusligum vanbýti, tí tey skulu flytast langt burtur úr nærumhvørvinum frá vinum og sosiala netinum í grannalagnum.

– Tey hava ongan kjans at fylgjast við floksfeløgum í og frá skúla. Vandin fyri at tey enda uttanfyri felagsskapin bæði heima í grannalagnum og hinumegin býin, er stórur. Fylgjurnar av tí kenna vit øll. Vit heita við hesum staðiliga á myndugleikarnar um at loysa trupulleikan, nøkta tørvin í økinum og loyva fýra 1. flokkum í Skúlan á Fløtum.

Tey leggja afturat, at hóast hetta snýr seg um nøkur og tjúgu børn, sum skulu flytast, hava næstan 400 fólk skrivað undir kravið um, at børnini skulu sleppa í skúla í nærumhvørvinum, so tey kunnu fylgjast við vinunum.

– At flyta børn, sum búgva við síðuna av einum skúla, yvir í hin endan í býnum, er jú burtur úr vón og viti, siga tey. Men tey leggja afturat, at enn hava tey ikki færtt frá býráðnum, og tískil ampin framvegis eins stórur á bæði børnum og foreldrum, siga tey.