Brasilska nunnan Maria Elida leggur myndugleikarnar í afrikanska landinum Mosambik undir at fjala útyvir, at nógv børn har verða rænd, og at rænararnir síðani selja yvisk gøgn hjá børnunum.
Í samrøðu við portugisiska blaðið Lusa sigur tann 45 ára gamla nunnan, at stjórnin í Maputo ger alt fyri at dylja veruleikan. Ríkisákærin í landinum hevur lovað at kanna málið, men sambært Mariu Elida hava kanningarnar verið ógvuliga tilvildarligar, og harafturat hevur ríkisákærin verið undir stórum trýsti frá ónevndum sterkum kreftum, sum vilja hava hann at sleppa kanningun-um, sigur hon.
Vararíkisadvokaturin í Mosambik, Rafael Sebastio, sigur við Lusa, at einki hald er í tí, sum nunnan sigur. Á einum tíðindafundi fyrr í vikuni segði hann, at myndugleikarnir hava ikki funnið nøkur prógv fyri, at nakar hevur selt gøgn hjá rændum børnum. Hann viðgekk, at børn eru rænd undir ógreiðum viðurskiftum, men endamálið var ikki at taka gøgn úr teimum, segði hann.
Men Maria Elida heldur uppá, at handilin við gøgnum úr rændum mosambiskum børnum er umfatandi. Sjálv hevur hon arbeitt í Mosambik í níggju ár.