Børn verða lokkað at lata seg úr á netinum

Misnýtsla av fólkum á internetinum er komin til Føroya, og serliga ungar gentur kenna sviðan. Gentur verða lokkaðar til at lata seg úr framman fyri vevmyndatólum, og myndir av naknum føroyskum gentum floyma um alt internetið

Tað er ikki bert í útlandinum, at barnaporno og misnýtsla av internetinum er ein trupulleiki. Eisini í Føroyum hava avleiðingar av fría internetinum sett síni spor – ikki minst hjá ungum gentum.

- Vit hava dømi um, at ungar gentur og dreingir verða lokkað til at lata seg úr frammanfyri einum vevmyndatóli, sigur Alice Simonsen, samskipari í Barnabata.

Trupulleikin er vorðin størri seinastu árini, og børnini gerast yngri og yngri, tá tey fyrstu ferð leita sær út á internetið, sum í fyrstu atløgu helst kann tykjast vandaleyst. Men so er ikki - vandin við internetinum er vaksandi.

Størstu trupulleikarnir, sum serstakliga ungar føroyskar gentur møta á netinum, er happing og kensluna av at verða misnýtt av fólkum, sum tey eitt nú kjatta við. Men eisini í Føroyum eru dømi um, at vaksin misnýta internetið fyri at fáa tannáringar at lata seg úr og á annan hátt hava kynsligt samband yvir internetið.

- Oftast verða ung misnýtt av øðrum ungum á netinum. Men tað er eisini komið fyri, at tannáringar møta einum vaksnum á netinum, sum biður tey lata seg úr og gera annað kynsligt framman fyri vevmyndatóli, sigur Alice Simonsen


Tey ungu misnýta eisini hvønn annan á netinum. Fleiri ungar gentur halda, at tær hava fingið ein vin ella sjeik á netinum, sum tær síðani vilja glaða við berum myndum av sær sjálvum. Men genturnar verða mangan sviknar av júst hesum.

-

- Fleiri gentur kenna seg misnýttar av sokallaðum “sjeikum” á internetinum. Tað vísir seg mangan, at myndirnar eftirfylgjandi finna sín veg til eitt nú Facebook, Myspace og aðrar heimasíður, sigur Alice Simonsen.


Ansið eftir

Eisini Dátueftirlitið kennir til vandan við vevmyndatólum og ávarar staðiliga ímóti at gera ymiskt framman fyri vevmyndatóli, sum ein í tí vanliga gerandislívinum ikki hevði gjørt.

- Vit hava fleiri dømi um, at ungar gentur lata seg úr framman fyri vevmyndatóli, og seinni er brotið lagt út á eitt nú YouTube, sigur Rannvá Sólheim, ráðgevi hjá Dátueftirlitinum.

Men Dátueftirlitið hevur onga fráboðan fingið um, at ungar gentur verða lokkaðar til slíkt av vaksnum fólki.

- Okkara royndir siga, at tað serstakliga eru ung, sum misnýta hvønn annan. Vit hava ongar fráboðanir um, at vaksin hava lokkað ung út í slíkt, sigur Rannvá Sólheim.


Dátueftirlitið er á varðhaldi, og tey royna at ávarað børn og ung ímóti vandunum á netinum.

- Dátueftirlitið ferðast javnan út á skúlarnar, og vit royna at taka ymiskt evni upp, soleiðis at børnini verða kunnaði um vandan við internetinum, greiður Rannvá Sólheim.


Kjattrúm eru tey ringastu

Facebook og aðrar sosialar heimasíður, sum eru vorðnar ógvuliga væl umtóktar seinastu árini, er væl tryggari enn eitt nú kjattheimasíður. Altavgerandi munurin er, at sosialar heimasíður krevja myndir og aðrar upplýsingar á vangamyndini, meðan kjattheimasíður mangan loyva fólki at verða dulnevnd.

- Tað er serstakliga á ymsum kjattheimasíðum, at vaksin royna at nøkta sín tørv, sigur Alice Simonsen.

Á hesum dulnevndu heimasíðum kunnu vaksin vísa tað síðuna av sær, sum tey til dagligt mugu fjala.

Og vælvitandi um, at samfelagið als ikki góðtekur slíkan atburð, so verður hugurin at børnum fjaldur sum mansmorð.

- Tað ber ikki til at siga hvørjar typir at fólki hava hug at børnum. Mangan eru tað fólk, sum tykjast sum púra vanlig og eru vælfungerandi annars, sigur Alice Simonsen.

Tí er tað eisini altavgerandi, at tey ungu ansa sær serliga væl, um tey koma í samband við dulnevnd fólk, og einki prógv finst fyri teirra samleika.


Foreldrini mugu traðka til

Hóast tað kann tykjast sum eitt brot á privatlívið hjá teimum ungu, at foreldur fylgja væl við, hvat tey nýta internetið til, so heldur Alice Simonsen, at foreldur mugu verða forvitin uppá tann góða mátan.

- Tað er týdningarmikið, at foreldur fara inn á tær vegleiðingar sum eru, og royna at upplýsa um vandan á internetinum, greiður Alice Simonsen frá.

Hon heldur ikki, at foreldur skulu geva børnunum forboð fyri at fara á internetið.

- Foreldrini skulu heldur læra børnunum hvussu tey skulu bera seg at á netinum, og serstakliga hvat tey ikki skulu gera. Tey vaksnu mugu eisini verða við í tí, sum hendur á netinum, soleiðis at tey eisini eru greið yvir hvørjir trupulleikar eru, sigur Alice Simonsen.