Børn venja hundar

Nú nærkast til heystfrítíðina hjá skúlunum. Hjá summum er nógv á skránni, men hjá øðrum ikki eins nógv. Hetta ætlar Hundaeigarafelag Føroya (HUFF) at gera nakað við.

Í heystfrítíðini, sum er í vikun 41, skipar felagið fyri hundavenjing, har børn, 8 ár og eldri, kunnu koma til venjing við sínum hundum. Vant verður í lýdni og hundakynstur.

- At børn venja hundar er serstakliga jaligt fyri sambandið partanna millum. Venjingarhátturin við positivari motivatión førir við sær, at hundurin fær virðing fyri barninum, umframt at barnið fær størri virðing fyri hundinum, vísir felagið á.

Venjingarnar verða mánadagin 10. og týsdagin 11. oktober millum klokkan 16.30 og 18 í Havn.