Børn í vandabólki ikki í barnagarð og skúla

- Um børn ella starvsfólk eru í vandabólki í samband við korona-virus, skulu tey ikki aftur í barnagarð og skúla eftir páskir.

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði á tíðindafundi í gjár, at um alt gongur væl, kunnu børnini so smátt fara aftur í barnagarðar og í skúla, tá páskafrítíðin er liðug. Hon nevndi, at hóskandi kunnu børn úr fyrsta flokki til og við fimmta flokk byrja aftur eftir onkrari sestakari skipan.

Í dag hevur danska Heilsustýrið váttað, at leiðreglur fyri, hvussu barnagarðar og skúlar skulu lata upp aftur, væntandi verða kunngjørdar seinnapartin í morgin, mikudagin. Væntandi er eisini, at Heilsustýrið í morgin fer at koma við sínum tilmælum um, hvussu hetta verður gjørt.

Men, sambært Ritzau verða tað ikki øll børn og starvsfólk, sum skulu møta upp eftir páskir. Fólk í donsku politisku skipanini hava spurt, hvussu verður við teimum, sum eru í vandabólki, og her hevur stjórnin sambært Ritzau svarað, at um børn ella starvsfólk eru í vandabólki, skulu tey ikki møta á dagstovnum ella skúlum.

Hetta er eisini galdandi fyri børn og starvsfólk, sum eru í ætt við fólk, sum eru í vandabólki. Tað eru fólk í donsku politisku skipanini, sum gjarna vilja hava ítøkiliga at vita, hvørjar leiðreglurnar verða, tá barnagarðar og skúlar so smátt lata uppaftur.

Á tíðindafundinum í gjár segði Mette Frederiksen, at tey hóast alt eru mong, sum hava verið til arbeiðis, meðan korona-kreppan hevur herjað, men hon ásannaði eisini, at tað kunnu vera starvsfólk , sum eru í vandabólki, ið ikki eiga at fara til arbeiðis aftur longu eftir páskir.

Men, helst verður alt greiðari í morgin, tá meira verður at frætta um, hvussu varliga uppaftur latingin av Danmark verður.