TíÐindaskriv
Nevndin
bur@email.fo
Fríggjadagin og leygardagin 6. og 7. mai hevði felagið BUR, Børn Uttan Rættindi, tombola á torginum í SMS. Endamálið við tiltakinum var aftur at seta fokus á trupulleikan av, at vit í Føroyum enn hava ta elligomlu myndugleikalógina frá 1922. Tiltakið gav felagnum góðar 54.000 krónur, sum skulu brúkast til at gera kanningar av viðurskiftum og avleiðingum, sum henda meira enn 80 ára gamla lóg, hevur fyri born í Føroyum.
Felagið varð stovnað 7. februar 2004 við tí endamáli, at bøta um rættarstøðuna hjá føroyskum børnum, hvørs foreldur velja, antin at liva hvør sær ella, at liva saman ógift. Lógin frá 1922 er um rættin hjá teimum vaksnu, meðan børnini ongan rætt hava yvirhøvur.
Felagið vil tí virka fyri at:
-øll børn skulu hava lógarfestan rætt til bæði foreldrini!
-børnini skulu hava foreldra-rættin, meðan foreldrini skulu hava eina foreldra-skyldu!
Øll onnur framkomin samfeløg hava javnan dagført lóggávuna, soleiðis at rættarstøðan hjá børnunum alla tíðina gerst betur og betur og er í tráð við samfelagsbroytingar og við altjóða sáttmálar - men tað hava føroysku landsmyndugleikarnir ikki givið sær stórvegis far um!
Samfelagið og harvið familjumynstrið broytist jú alla tíðina - eisini her hjá okkum. Lógin frá 1922 hevur helst verið hóskandi til samfelagið tá, men hon er fullkomiliga í andsøgn við bæði samfelag og familjumynstur, og við ta vitan samfelagið í dag hevur um tørvin hjá børnunum. Hetta vita føroysku myndugleikarnir eisini fullvæl. Tí er tað eisini ómetaliga hugvekjandi, at vit í dag, meira enn 10 ár eftir at landsmyndugleikarnir skrivaðu undir at fylgja ST-barnasáttmálanum, enn ikki hava broytt eina einastu orðing í lógartekstinum frá 1922.
Øll hini norðurlondini, sum vit vanliga samanbera okkum við, gera javnan kanningar av viðurskiftum og umstøðum hjá teirra børnum. Lóggávan verður javnan dagførd, serliga er tað tey seinastu 10-15 árini, at onnur lond eru farin at síggja eina æru í, at hava eina nútímans lóggávu sum tryggjar børnini.
Heldur ikki hetta hava føroysku landsmyndugleikarnir givið sær stórvegis far um, úrslitið av hesi líkasælu er, at í mun til børnini í okkara grannalondum, so eru føroysku børnini fyri stórum órætti!!
Felagið fer tí at taka stig til, at kanningar verða gjørdar av støðuni í Føroyum. Kanningarnar skulu skipast á sama hátt, sum okkara grannar skipa teirra kanningar, soleiðis at úrslitini m.a. kunnu brúkast til at samanbera støðuna. Somuleiðis vóna vit, at okkar landsmyndugleikar eisini fara at síggja eina æru í, at rættartrygdin hjá føroysku børnunum í øllum førum ikki skal standa aftan fyri okkara grannar.
Danska Justitsministeriet sendi í 2002 eitt liðugt uppskot til føroysku myndugleikarnar um dagføringar av gomlu myndugleikalógini at taka støðu til. Uppskotið er bygt á donsku lógina um "Forældremyndighed og samvær" frá 1995 við seinni broytingum. Sammett við hini norðurlondini er Danmark "eftirbátur", men við uppskotinum høvdu føroysku børnini, um ikki annað, so í øllum førum fingið sama møguleika, sum donsku børnini hava.
Í februar 2004, beint eftir at felagið varð stovnað, høvdu vit fund við landsstýrismannin í innlendismálum. Tá søgdu bæði landsstýrismaðurin og tveir av hansara fulltrúum, at uppskotið var so mikið klárt, at tað helst kundi leggjast fyri løgtingið beint eftir Ólavsøku. Dagurin 1. januar 2005 varð nevndur sum eitt realistiskt mál fyri einari dagførdari lóg.
Út á heystið vísti tað seg tó, at onki meira var gjørt við málið. Landsstýrismaðurin segði tá við útvarpið, at orsøkin til hetta var, at tey helst høvdu gjørt málið meira "kompliserað", enn tað í veruleikanum nýttist at vera. Men nú fór verulig gongd at koma á, tí støðan var stór skomm fyri Føroya land. Hann væntaði tá, at málið kundi avgreiðast í hesi tingsetuni. Tað seinasta nýggja er tó, at landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at okkurt møguliga hendir í komandi tingsetu.
Sum við so nógvum øðrum málum, so er tað ein spurningur um raðfestingar. Er málið raðfest ovarlaga, tekur tað ikki langa tíð, at koma í løgtingið við tí.
Felagið kann ikki longur góðtaka, at rættarstøðan hjá okkara børnum verður raðfest so niðarlaga. Tí hava vit nú tikið stig til eina undirsskrivtsinnsavning við áheitan á okkara fólkavaldu, um at taka ábyrgd av tí órætti, sum okkara børn eru fyri.
Listar lógu frammi til tiltakið í SMS, og vóru tað nógv, sum gjørdu vart við sína ónøgd og skrivaðu undir. Hetta vísir, at málið hevur stóran áhuga millum fólk, og verða tí listar nú lagdir á Shell- og Statoilstøðir kring alt landið.
At enda vilja vit hjartaliga takka tykkum nógvu, sum stuðlaðu tiltakinum í SMS.










