Børn ? ungdómur í Havnini

   

Charlotta á Váli Olsen, Valevnið Miðfloksins í Suðurstreymi
????????

"Havnin - ein býur har børnini trívast". Hetta var yvirskriftin yvir eitt stak gott og væleydnað tiltak í vár. Henda yvirskrift átti at verið sett ovarlaga á skránna fyri komandi valskeið hjá Tórshavnar kommunu. Tí trívast børnini og tey ungu, kemur tað at hava positiva ávirkan á restina av samfelagnum.
Nú eru bíðilistarnir til dagstovnar burtur og Býurin hevur fingið fleiri nýggjar stovnar til børn. Hetta kunnu vit bert gleðast um. Men tó eru ikki allar súður syftar í tí málinum. Karmarnir skulu til, men trivnaðurin innan hesar karmar eru ikki minni neyðugir. Tí eigur hesin parturin at vera tikin upp og viðgjørdur saman við fakfólki innan dagstovnaøki, soleiðis, at tað tænir brúkarunum/ børnunum til besta.
Vit hava eina sera stóra fjøld av ungfólki í býnum, tá hugsi eg um tey undir 18 ár. Mong av teimum hava sína dagligu gongd innan ymiskar ítróttargreinar og er tað sera gott. Men tað er ikki nóg mikið og heldur ikki eru øll ung til ítrótt. Vit vita, at flestu av teimum hava ymiskar listarligar gávur og hugflog, men kunnu ikki koma víðari, tí pláss er ikki fyri teimum nakra staðir. Margarinfabrikkin hevur gjørt eitt valaarbeiði síðstu tíðina á hesum økinum, tó, har er sera trongligt og karmarnir eru ikki teir bestu. Har skal setast stórt inn uppá at fáa karmarnir til veða undir eini tryggari, rúsfríðari og mennandi skipan.
Tað vaksandi ættarliðið er okkara framtíðarvón.