Børn ótu í svimjihylinum

Fleiri dagar við góðveðri hava verið í hesi vikuni, og tað hava serliga dagstovnarnir notið gott av

Klaksvík:
Ein dagin í vikuni vóru børnini í vøggustovuni í dagstovninum Blákollan útferð úti í Grøv. Tey nutu tað góða veðrið og spældu har fyrrapartin.
Tá tað leið móti døgurða, og svongdin fór at gera um seg, settust tey í øðrum av teimum gomlu svimjihyljunum at eta matpakkarnar. Tey høvdu júst sett seg, tá Sosialurin kom framvið. Og tey vóru avbera fegin at síggja okkum. Tey róptu hey og vildu beinanvegin hava at vita, hvørji vit vóru, og hvussu vit itu. Og tá myndamaðurin rópti á tey, tí hann skuldi taka mynd, róptu tey øll appelsin aftur til hansara.
Tríggjar kvinnur vóru við børnunum, sum vóru tólv í tali.
? Vit hava fýra børn í part, um ein kann siga tað so, greiddi eitt av starvsfólkunum frá, meðan hon gav einum barni meira breyð við skerpikjøti uppiá.
Tá veðrið er gott, er tað so ofta, at stovnar og onnur við nýta høvi til at fara ein túr við børnunum, so tey sleppa út um teirra dagliga øki á stovninum.
? Vit vóru ein annan dagin úti og grillaðu við teimum í havanum hjá einum av okkum, greiða tær frá.
Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu fitt og still børnini sótu, meðan tey ótu. Øll tann fríska luftin hevði eisini óivað givið teimum góðan matarlyst, tí tey drivu á at eta.
? Nú tá vit eru liðug at eta, gongur leiðin aftur til Blákolluna, tí nú skulu tey sova.
Og tað sást á fleiri av teimum, at tey vóru við at gerast lin, tí tey sótu og gníggjaðu sær um eyguni.