- Hetta er í fyrsta lagi eitt tiltak, sum hevur til endamáls at byggja brýr millum børn, foreldur, ommur og abbar. Hetta er ein felags dagur, har telefon, ipadur og telda verða løgd burtur, og menniskjanslig virði verða sett í fremstu røð.
Tað sigur Jóna Nicolajsen, sum er ein av fyriskiparunum av barna-og familjudegnum, sum verður í Skopun í morgin. Hon vísir á, at hetta verður ein hugnaligur dagur, har nógv er á skránni – alt frá ymiskum kappingum og gomlum spølum til hugnakvøld við sangi og grillaðum mati á økinum hjá Skopunar Kamping.
Ein slíkur barna-og familjudagur varð eisini hildin í Skopun tíðliga í fjør summar. Dagurin eydnaðist sera væl, og eini 250 fólk – børn, foreldur, ommur og abbar – luttóku í ymisku tiltøkunum. Tað er Rejoice Together, sum skipar fyri, og hetta er ein grunnur, sum stuðlar vælgerandi endamálum, har børn og ung eru í miðdeplinum.
Jóna Nicolajsen sigur, at avlopið av tiltakinum í Skopun í morgin fer til viðgerðarheimið á Eiði fyri ung við rúsevnistrupulleikum. Hon sigur, at stuðulin verður ikki veittur til sjálvan bygningin á Eiði, men er ætlaður teimum ungdómum, sum koma at steðga á her.
- Vit kundu hugsað okkum at hjálpt hesum fólkum út til ymisk tiltøk og til annað, sum tey hava brúk fyri undir viðgerðini. Alt kostar, og tí er tað okkara ynski, at vit kunnu stuðla ungu fólkunum fíggjarliga til ymiskt, sum teimum tørvar, sigur hon.
Barna-og familjutiltøkini í Skopun byrja í morgin klokkan 11, og hildið verður fram í fyrsta lagi til klokkan 19. Tá teir nógvu aktivitetirnir á økinum eru lidnir, verður klokkan 19 skipað fyri hugnakvøldi á kampingøkinum í Skopun, og her verður hugni við grilling og sangi, har harmonika ætlandi spælir undir.
Í Skopun verður høvi at royna seg sum skóti, her verður høvi at royna seg í darti, bogaskjóting og við bóltspølum. Her verða eisini fleiri ymiskar kappingar, trillubørukapping, brotssparkskapping og togtogan, og ætlanin við togtoganini er eitt nú at finna út av, hvørjir pápar eru sterkastir.
Jóna Nicolajsen sigur, at frásøgn verður um gomul barnaspøl á Skerinum við ellisheimið, og her verða spølini eisini roynd, har foreldur, ommur og abbar kunnu leggja børnunum lag á.
- Í dag fara fólk á ellisheim at liva víðari, og tað er umráðandi, at tey eldru, sum eiga so nógv at geva frá sær, kunnu hava eitt gevandi samband við síni børn og ommu-og abbabørn.
Hon vísir á, at ofta verður sagt við børnini “...far út og spæl...”, men veruleikin er, at tað eru nógv børn, sum ikki vita, hvat tey skulu spæla, tá tey koma út um. Nógv børn eru von við at vera undirhildin og hava trupult við at finna upp á, hvat tey skulu spæla.
- Nú skal eg ikki gera meg klóka upp á barnasálarfrøði, men mær tykir, at børnini ofta eru so upptikin av øllum møguligum øðrum enn vanligum barnaspølum, og hetta kann eftir mínum tykki blokera fyri hugflognum at vera kreativ og finna uppá.
Jóna Nicolajsen sigur seg onga løtu ivast í, at barnagarðar gera eitt stórt og dygdargott arbeiði, sum mennir kreativu evnini hjá børnunum. Hinvegin er tað eingin loyna, at nógv børn ivaleyst sita ov leingi við opnum skíggja heima við hús, og neyvan eru fleiri meiningar um, at skíggin ikki er besta barnagentan, sum hon tekur til.










