Leygardagin 4. juni fara børn at fylla miðbýin í Havn við sjónleiki. Tað er Barna-sjón-leikarastevnan, sum MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, skipar fyri, ið verður hildin hendan dagin.
Frá kl. 9 til uml. 15 fara 11 bólkar við tilsamans 150 børnum at spæla sjónleik í býnum. Ætlanin við stevnuni er, at børn, sum arbeiða við sjónleiki í skúla og frítíð, fáa høvi at spæla fyri øðrum børnum og síggja, hvussu onnur gera. Spennandi uppliving, ið gevur íblástur.
Ætlanin við stevnuni er eisini at eggja lærarum til at brúka sjónleik og drama í síni undirvísing, at arbeiða við eini søgu, søgn, ævintýri, kvæði, yrking, mytu ella onkrum øðrum.
Tað var 20. februar í ár at MáF sendi øllum lærarum og øllum skúlum í Føroyum innbjóðing til sjónleikara-stevn-una. Áhugin fyri stevnuni tykist stórur. Tó er tað ein trupulleiki, at børnini í dag hava í so nógv at gera viðhvørt. Leygardagin 4. er umframt Barnasjónleikarastevna bæði Norð-oyastevna og landsdystur. Tó ber til við lagaligheit at leggja soleiðis til rættis, at t.d. nólsoyingar, ið koma úr Nólsoy um morgunin, kunnu vera við á Barnasjónleikarastevnuni, spæla sjónleik, og síðani halda áfram til Klaksvíkar at rógva kapp.
Áskoðararnir verða leiddir úr Sjónleikarhúsinum - oman í Grasagarð - oman á Meiaríið - niðan í Amfiteatrið við Áarvegin og so fram vegis .... og so framvegis ... Frá einum sjónleiki til annan. Frá einum upplivilsi til annað. Rituvíkar Skúli, Kommunuskúlin í Havn, Nólsoyar Skúli, Dramaverk-staðið og Skúlin í Sjónleikarhúsinum fara at framføra.
Stevnan byrjar í Sjónleikarhúsinum kl. 9.00, har formaður MáF?s Hilmar Joensen setur stevnuna.
Fyrsta stevnan av hesum slagnum varð hildin í 2001. Hon varð hildin aftur í 2002 og í 2003. Ætlan-in er, at Barnasjónleikarastevnan í framtíðini verður hildin annaðhvørt vár, meðan MáF annaðhvørt ár skipar fyri útileiki á ólavsøku.
Framførslurnar eru ókeypis.
Aðrar barnastevnur
MáF skipar eisini fyri øðrum barnastevnum uttanlands í summar, og 27. juni til 3. juli verður sjónleikaraskúlin í Nólsoy umboð fyri Føroyar á stórari H.C. Andersen-stevnu í Slagelse, meðan klaksvíkingar fara at umboða okkum á stevnuni "1001 minutes of street theatre" í Kretinga í Litava, sum verður 1.-11. juli.
Nevndin
MáF hevði aðalfund 16. apríl, og 13. mai skipaði hon seg við Hilmari Joensen sum formanni, Jógvani E. Ósá næstformanni, Sólvu Jónsdóttir kassameistara, Eyð Matras skrivara, og Heðini Mortensen sum nevndarlimi. Tiltakslimir eru Karlot Hergeirsson og Eyðbjørt Simonsen. Jógvan Ravnsfjall takkaði fyri seg eftir 16 ár sum kassameistari. Hann vildi hava yngri kreftir framat. Í hansara stað kom tó Jógvan E. Ósá, undangongumaður, sum fyri 25 árum síðani var ein av teimum, sum stovnaðu MáF.