Børn skurðviðgerast fyri fiti

Skurðviðgerðirnar eru vorðnar tryggari og trupulleikarnir færri. Tí velja fleiri amerikanskar læknar at skurðviðgera feit børn Í fjør vórðu 177.000 amerikanarar skurðviðgjørdir fyri fiti, og nú er túrurin komin til børnini. Tað skrivar norska blaðið VG í dag.

Sambært blaðnum hava sjey sjúkrahús í USA fingið loyvi til at gera sokallaðar ?klænkiskurðviðgerðir? á børnum. Hetta er treytað av, at barnið hevur verið á slankikur og undir eftirliti av heilsustarvsfólkum í eitt hálvt ár, uttan at hetta hevur givið úrslit.

Blaðið hevur verið í samband við deildarleiðaran á ambulatoriinum fyri børn og ung á sjúkrahúsinum í Vestfod, Martin Handeland, og hann sigur, at skurðviðgerðir av hesum slagnum fyri børn, ikki eru aktuellar í Noreg í løtuni.