Í Bretlandi hevur løgreglan nú fingið heimild til at geva børnum ímillum 10 og 15 ár bót, verða tey tikin fyri drukk ella herverk. Parlamentið samtykti lógina í september, og hon kom í gildi annan jóladag.
Frammanundan hevði løgreglan heimild til at geva ungum niður í 16 ára aldur bót, vórðu tey tikin fyri drukk ella herverk, og hetta hevur víst seg at hava góða ávirkan. Tí væntar løgreglan, at tað sama fer at gera seg galdandi fyri tey 10 til 15 ára gomlu. Reglurnar siga, at løgreglan kann geva teimum ungu bót beinanvegin heldur enn at fara í rættin við teimum, men tað eru foreldrini, sum hava skyldu til at gjalda bótina. Fyrstu ferð, ein ungur verður tikin, er bótin ímillum 300 og 400 krónur.
Haxel Blears, ákæri, sigur við blaðið The Guardian, at tað finnast dømi um ung ímillum 10 og 15 ár, sum oyileggja ognir hjá øðrum, og sum órógva heil grannaløg. Men nú skal endi fáast á hesum, sigur hon.