Býarbókasavnið skipar í summar fyri ummælarakapping fyri børn. Øll børn frá 2. til 10. flokk í fólkaskúlanum kunnu taka lut í kappingini. Sagt verður, at tað hevur ikki týdning, hvørjum máli bøkurnar eru á, og eisini er loyvt hjá børnunum at senda inn fleiri ummøli. Freistin at senda inn ummæli er tann 16. august, og verður drigið millum trý gávukort til bókahandil millum tey, sum hava sent inn.