Bretska blaðið The Observer sigur seg hava avdúkað, at nakrar seymistovur í indiska høvuðsstaðnum New Dehli noyða børn at seyma klæðir, sum verða seld í bretskum klædnahandlum. Blaðið sigur seg hava funnið seymistovurnar í Haryana-býarpartinum. Á einari seymistovu, sum blaðið fann, sótu børn og seymaðu summarkjólar til bretsku handilsketuna Select. Ein av dreingjunum á seymistovuni var 11 ára gamal. Leiðarin fyri Select-handilsketuni sigur við The Observer sigur seg vera ovfarnan av tíðindunum í blaðnum. Hann sigur, at umboð fyri Select hava verið í India fyri kortum, og tey fingu ta uppfatan, at alt var, sum tað eigur at vera, sigur hann.