Børn sýna list fram á Dugna

FRAMSÝNING Næmingar skulu sleppa at vera skapandi í skúlanum, og teirra listarligu gávur skulu takast í álvara. Hetta heldur lærari hjá 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, sum um vikuskifti hevði fernisering í hølunum hjá Dugna.

Dorit Hansen
----

Í hesum døgum hevur 1. a í Kommunuskúlanum framsýning í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Saman við læraranum Bjørg Djuhuus hevur flokkurin havt verkætlan um málningalist, har tey millum annað skuldu málað egið verk við íblástri frá málningi eftir Ingálv av Reyni.
Fríggjadagin var so fernisering í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Nógv fólk, mammur, pápar, ommur og abbar og onnur avvarðandi vóru komin at hyggja og líða á. Hedvig Jóhansdóttir, deildarleiðari á Dugna, bjóðaði vælkomin við hugleiðing um Ingálv av Reyni, Bjørg Djurhuus greiddi frá um arbeiði, og síðani greiddi hvørt einstakt barn stutt frá um teirra málning.

Kreativitetur fær børn at blóma
Bjørg Djurhuus hevur verið lærari í mong ár, og í vár skrivaði hon saman við øðrum lærara ritgerð um kreativitet í skúlanum. Uppgávan staðfesti, at kreativitetur betrar um hugin hjá børnum at læra.
– Um tú vilt síggja næmingar blomstra, so skalt tú síggja tey, meðan tey arbeiða við verkætlan. Tey gera avtalur í býnum, fara á bygd og velja evni sjálvi, greiðir Bjørg Djurhuus frá í nýggjasta Skúlablaðnum. Á ferniseringini á Hjalla greiddu børnini frá, hví tey høvdu valt sítt myndaevni og myndaheiti. Onkur hevði málað bygd, sum viðkomandi var serliga góður við, onkur annar hevði málað tvíburafjøll og uppkallað minna fjallið eftir tvíburðabeiggja sínum.
Í Kommunuskúlanum hava tey eina royndarskipan við listaflokkum, tónleikaflokkum og útiflokkum í innskúlingini. Framsýningin í Dugna, sum er opin til og við 29. juni, er eitt úrslit av hesum arbeiði.

Ingálvur málaði ommu sína
Hedvig Jóhansdóttir, deildarleiðari hjá Dugna á Hjalla, nevndi í røðu síni ommu Ingálv av Reyni. Ingálv teknaði sum smádrongur, og ofta teknaði hann ommu sína. Omman var góð at tekna, tí hon sat so friðarliga í sínum stóli. Og hon rósti ommusoninum og helt, at myndirnar líktust sær. Hetta hevði óivað havt týdning fyri spírandi hugin og dirvi at mála, helt Hedvig Jóhansdóttir.
– Í dag hava børn neyvan eina ommu við hús, sum situr fitt og still á einum stóli allan dagin og er løtt at tekna. Í dag sita ommur ikki stillar. Men neistin, sum kann verða kveiktur er tann sami, gleðin at skapa er tann sama. Tí er tað at fegnast um, at 1. a í Kommunuskúlanum fær møguleika at uppliva hetta í teirra skúlagongd. Tey sleppa at undrast, uppliva, síggja og sjálvi at skapa.