Matgerð saman við kenda sjónvarpskokkinum Gutta Winther, listaverksmiðjur við dugnaligum listafólkum og útisjónleikur saman við útbúnum sjónleikara.
Hetta verður nakað av tí, ið børn, sum ganga í 2. til 5. flokki, kunnu royna, tá Margarinfabrikkin skipar fyri SummarNámi.
- SummarNám er ein verkætlan, sum vit royna nú í summar fyri at vita, um undirtøka er fyri verkætlanini komandi ár í eitt longri tíðarskeið, siga tey frá Margarinfabrikkini.
Nógv ymiskt verður á skránni í viku 29, tá Summarnám er.
- Vit bjóða matgerð ella kokkarok, sum vit kalla tað, saman við Gutta Winther, eina listaverksmiðju við Guðrið Poulsen, Oggi Lamhauge og Silju Strøm, og tónleikaverksmiðju, har Filip Mortensen og Søren H. Pedersen undirvísa. Eisini kunnu børnini melda seg til útisjónleik, har Kristina S. Ougaard undirvísir, siga fyriskipararnir fyri SummarNámi.
Eisini fáa børnini høvi at uppliva føroysku náttúruna.
- Vit hava eisini eitt, sum eitur Útilív. Har kunnu børnini fara á seiðaberg, læra at kynda bál, klintra í fjøllunum, fara langar súkklutúrar og ymiskt annað, siga fyriskipararnir.
SummarNám verður hvønn gerandisdag millum klokkan 09 og 15 í viku 29. Neyðugt er at melda til SummarNám.