Børn, robottar og vísindi í Klingruni

Í dag fara børn og ung millum 9 og 16 ár aftur at kappast í First Lego League. Kappingin verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

First Lego League hevur verið hildið fimm ár á rað í Føroyum. Endamálið við kappingini er at vekja áhugan millum børn og ung fyri náttúrugreinum, tøkni og vísind. Liðini kappast eitt nú við Lego-tólum, sum skulu loysa ymsar uppgávur. Haraftrat eru framløgur og framførslur á skránni.

Hvørt ár er eitt yvirskipað evni á skránni, sum kappast verður í. Síðstu árini hava nanotøkni, umhvørvi, lívsgóðska fyri fólk við skerdum førleika og flutningur verið millum kappingarevnini.

Evnið í ár er »Body Forward«. Gjøgnum biomedisinska heimin skulu liðini finna fram til hættir at økja um førleikarnar hjá kroppinum, umvæla skaðar og at vinna á arvaligum eginleikum ? alt við tí endamáli at liva eitt eydnasamari og sunnari lív.

Hvør First Lego League kapping er býtt í tveir partar: The Robot Game og The Project ? tólmennisspælið og verkætlanin. Fyrra spælið snýr seg um at byggja eitt tólmenni, ein robott, sum skal stríðast við aðrar um eina ávísa uppgávu. Verkætlanin snýr seg um eina ítøkiliga avbjóðing, sum granskarar í dag royna at loysa, og liðini skulu so royna seg við nýhugsandi uppskotum til at menna eina loysn.

Tað liðið, sum vinnur føroysku útgávuna av First Lego League, sleppur víðari til norðurlendsku finaluna, sum verður í Grimstad í Noregi. Seinastu árini hevur ein flokkur av Skála vunnið kappingina, og tað hevur ført tey víða at kappast við onnur. Hesaferð er vinnandi flokkurin av Skála ikki við, og tí er helst talan um eina meira opna kapping.

- Øll eru vælkomin í Klingruna hjá Føroya Tele í dag at fylgja við First Lego League, sum altíð er sera spennandi, læruríkt og undirhaldandi, verður sagt av Føroya Tele.

Tiltakið er alment, og tað kostar einki at sleppa inn.